Fíggjarmálaráðharrin setir frádrátt niður við eini helvt

Karsten Hansen hevur gjørt av frádrátturin til handverkarar, ið arbeiða uttanlands skal minka við okkurt um 300 kr. um dagin.

Samstundis sum lønarútgjaldingarnar innan byggivinnuna í Føroyum seinasta árið eru øktar við 24 milliónum krónum, hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum Karsten Hansen gjørt av at lækka frádráttin í sambandi við handverksarbeiðið uttanlands.

Frádrátturin fer í roynd og veru niður í eina helvt. Gott og væl. Frá 1999 fáa handverkarar, sum arbeiða í Norðurlondum nú eina fasta frádrátt upp á 300 krónur um samdøgrið, meðan teir, sum arbeiða uttan fyri norðurlond fáa 400 krónur.

Higartil hava handverkarar, ið hava arbeitt í eitt nú Danmark kunnað tjent upp til 627 krónur um dagin skattafrítt teir fyrstu 28 dagarnar. Eftir teir fyrstu 28 dagarnar er upphæddin lækkað niður í 460 krónur um dagin. Sama skipan er eisini galdandi í øðrum londum ? eitt nú í Noregi. Har hava tølini so bara verið nakað hægri enn donsku tølini.

Handverkarar, ið hava arbeitt uttanlands, hava kunnað tjent upp til næstan 80.000 krónur skattafrítt um árið. Serliga teir, ið hava verið raskir at flutt arbeiðspláss aftan á 28 dagar, hava kunna vunnið nógv skattafrítt. Tað einasta, sum hevur verið kraft, er ein undirskrift frá útlendska arbeiðsgevaranum um, at føroyski handverkarin er fluttur úr einum øki í eitt annað.


Lættari og bíligari

Lagaliga frádráttarskipanin var eisini ein beinleiðis avleiðing av kreppuni, ið rakti so meint í 1992. Lógin kom í gildi í 1994.

Men nú gongur betur við føroyska búskapinum og í føroyskari byggjuvinnu. Og tí heldur Karsten Hansen eisini, tað er upp á sítt pláss, at lækka frádráttin.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at "longu í 1997 gjørdi føroyska vinnulívið vart við "fløskuháls"trupulleikar í pørtum av arbeiðsmarknaðinum. Ein broyting í lógargrundarlagnum, sum varð samtykt seint í 1997 vísti, at ein frá politiskari síðu var varugur við trupulleikarnar og var til reiðar at avmakra frádráttarmøguleikarnar til arbeiði uttanlands fyri at hjálpa upp á hesar trupulleikar", sigur Karsten Hansen í tíðindaskrivi.

Onnur grundgeving fyri lækkingini er eisini, at nýggja frádráttarskipanin verður nógv lættari og bíligari at umsita.