? Tað má vera upp til fíggjarnevndina at meta um, hvørt eitt mál hevur skudn ella ikki.
Hetta sigur Vilhelm Johannesen, sum er formaður í fíggjarnevnd løgtingsins, meðan Bjarni Djurholm er burturstaddur.
Vilhelm Johannesen er als ikki samdur við Heina O. Heinesen, sum í Sosialinum leygardagin fanst at minnilutanum í fíggjarnevndini, sum fríggjadagin vísti umbønini frá løgmanni um eykajáttan til løn til nýggja landsstýrismannin frá sær.
Virkandi fíggjarnevndarformaðurin undrast eisini á úttalilsið hjá Bjørn á Heygum, advokati, sum í Degi og Viku fríggjakvøldið legði andstøðuumboðini í fíggjarnevndini undir at spæla hund við á henda hátt at forða løgmanni at seta nýggja landsstýrismannin.
? Tað stendur púra greitt í grein 44 stk 1 í stýrisskipanarlógini, at eykajáttan verður veitt við løgtingslóg. Tá er ein undantaksregla galdandi, at um mál hava skund, so hevur fíggjarnevndin heimild at veita frávik, og sum í hesum føri at játta pengar uttan um løgtingið, sigur Vilhelm Johannesen.
? Men málið hevur ikki skund, sigur Vilhelm Johannesen. Hann vísir á, at Signar á Brúnni fór frá tann 28 mars. Í apríl kemur landsstýrið í tingið við einum eykajáttanaruppskoti. Har verður einki nevnt um pengar til nýggjan landsstýrismann. Í mai verður løgtingið kallað saman til at viðgera eitt eykajáttanaruppskot frá landsstýrinum. Har verður heldur einki nevnt um pengar til nýggjan landsstýrismann. Í juni hendi einki.
Ikki fyrr enn 11. juli kemur umbønin frá løgmanni.
? Tað kann ikki bera til, at málið nú brádliga hevur fingið skund, sigur Vilhelm Johannesen.
Tað sum Vilhelm Johannesen heldur vera serliga løgið er, at tað júst var tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinu, sum stríddist við hond og fót fyri at fáa tingformannin at seta ein kanningarstjóra at kanna arbeiðsháttin hjá Signari á Brúnni. Endamálið var, at um hann varð reinsaður, so skuldi hann setast aftur sum landsstýrismaður.
? Nú fáa vit at vita, at kanningin verður liðug um ólasøkumundið. Hví kann løgmaður so ikki bíða eftir kanningarúrslitinum, spyr Vilhelm Johannesen.
? At Tjóðveldisflokkurin hevur ein innanhýsistrupulleika - og at tey júst hava havt eina innanfloksuppgerð um Signar á Brúnni er ikki nóg mikið til at fáa fíggjarnevndina at broyta siðvenju, heldur Vilhelm Johannesen.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.