Løgtingið beindi í dag málið um bráðfeingis játtanarlóg í fíggjarnenvdina, og málið er longu aftur á tingborði Uppskotið hjá Magna Laksáfoss, landsstýrismanni um bráðfeingis fíggjarlóg fyri 2008 fekk skjóta viðgerð í fíggjarnevndini.
Løgtingið hevði málið til 1. viðgerð í dag og beindi tað í fígjarnevndina. Nevndin helt fund um málið beinanvegin, og ein samd nevnd legði tað aftur í Løgtingið við tilmæli um at samtykkja tað.
Uppskotið fær 2. viðgerð á tingfundi, sum verður týsdagin kl. 13.30.