ÍF heldur fram í 1. deild

Við einum tryggum 5-1 sigri á B71 í Fuglafirði mikukvøldið tryggjaði ÍF sær framhaldandi sess í 1. deild. Magni á Lakjuni var við sínum trimum málum dagsins maður hjá fuglfirðingum.

Tað var stórur spenningur undan seinna upp- og niðurflytingardystinum millum ÍF og B71, sum bleiv leiktur í Fuglafirði mikukvøldið. Fyrra dystin mánakvøldið vunnu sandoyingar á heimavølli 1-0, og tí var alt púra opið undan returdystinum í Fuglafirði. Stóri spenningurin hevði eisini við sær, at tað var sjáldsama stór áskoðarafjøld til dystin, hóast veðurgudarnir als ikki vístu seg frá síni bestu síðu. Nógv fólk var komið um Skopunarfjørð, og sum skilst vóru tveir fullir bussar av B71-viðhaldsfólki í Fuglafirði, umframt teir mongu sandoyingar, ið komu í egnum bilum.

ÍF var omaná
Í fyrra hálvleiki høvdu fuglfirðingar vindin undan. Vindurin var nógvur, og tað var ógvuliga tungt hjá B71 at fáa nakað skipað álopsspæl í verk í nógva mótvindinum. Hinvegin dugdi heimaliðið heilt væl at brúka undanvindin, og tað var skjótt, at ÍF legði eitt ávíst trýst á verjuna hjá sandoyingum.
Um miðjan fyrra hálvleik fekk heimaliðið sett hol á. ÍF fekk hornaspark í høgra borði, og meðan verjan hjá B71 væntaði, at hornasparkið fór at verða sent høgt innfyri í pannuna á Bartal Eliasen, bleiv tað ístaðin sent rættuliga lágt og móti nærmastu stong, har Rúni Elttør hegnisliga stútaði bóltin framvið Waldemar Novicki í málinum hjá B71.
Bert fáar minuttir eftir leiðslumálið hevði heimaliðið ein risa møguleika at økja um leiðsluna, men tá ið Bartal Eliasen skallaði púra leysur framman fyri málinum hjá sandoyingum, bjargaði Waldemar væl við einari hond til horna.
ÍF hevði eitt stórt trýst næstu løtuna, og málverjin hjá fuglfirðingum, Karstin Joensen, hevði ógvuliga lítið at gera, og hann noyddist at renna eitt sindur aftur og fram fyri ikki at gerast ov kaldur.
Gestirnir komu tó fyri seg aftur seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, og við eitt sindur av hepni høvdu teir kanska eisini megnað at javna. Brasiliumaðurin Clayton Soares snýtti alla verjuna hjá fuglfirðingum, men komin inn í sjálvan brotsteigin, bíðaði hann ov leingi, og Høgni Zachariassen fekk við einari frálíkari takling steðgað brasiliumanninum.

Magni punkteraði B71
Eftir steðgin batnaði veðrið munandi, og umstøðurnar at spæla fótbólt í gjørdust nógv betur. Uttan at taka nakað frá sandoyingum so sást tað tó, at leikararnir hjá ÍF sum heild vóru betri bóltspælarar enn sandoyingarnir, og kanska sást tað eisini nokk so væl, at heimaliðið hevði eitt sindur fleiri royndir enn unga manningin hjá B71.
ÍF økti um leiðsluna hjá sær, tá ið 12 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Annar av útlendingunum hjá heimaliðnum, Sylla, gjørdi ikki mætari enn at renna frá allari verjuni hjá B71, og tá ið Waldemar kom út ímóti honum, sendi Sylla trygt framvið pólverjanum til 2-0 til ÍF.
Nú vóru fuglfirðingar omaná samanlagt, og tað gekk bert ein lítil løta, so sá tað enn ljósari út hjá heimaliðnum. Bert tveir minuttir eftir 2-0 málið økti íF enn einaferð um leiðsluna. Waldemar í B71-málinum helt ikki einum at síggja til lítið vandamiklum langskoti frá ÍF, og Magni á Lakjuni var skjótur á returbóltinum og sendi í málið til 3-0.
Sandoyingar royndu at flyta liðið hjá sær longur niðan á vøllin, men hetta gav ÍF góðar kontramøguleikar, og heimaliðið hevði nakrar gyltar møguleikar. Sylla skeyt upp um úr stuttari fjarstøðu, og ein púra leysur Bartal Eliasen skeyt beint á Waldemar, tá ið hann fór í kontraálop saman við Magna og Sylla, eftir at B71 hevði havt eitt hornaspark.
B71 gav tó ikki skarvin yvir, og tá ið 72 minuttir vóru leiktir av dystinum, fingu teir javnað og harvið endurskapt spenningin í dystinum. Ein bóltur bleiv sendur út frá brotsteiginum hjá ÍF, har Hanus Clementsen fekk fatur á honum, og hann royndi seg við einum skoti úr umleið 20 metra fjarstøðu. Skotið tók í eitt bein á vegnum og snýtti harvið Karsten í ÍF-málinum, og so var 3-1. Nú var aftur púra opið, tí fekk B71 eitt mál afturat, vóru tað teir, sum vóru omaná samanlagt.
Gestirnir úr Sandoynni royndu nú at trýsta óført, men tað gekk striltið við at koma til teir stóru møguleikarnar. Tað varð eisini lætt hjá verjuni hjá heimaliðnum at verja fyri álopsspælinum hjá B71, tí tað var ógvuliga einstáttað við bóltum beint niðan eftir vøllinum, meðan síðurnar næstan ikki vóru nýttar. Onkra hendinga ferð var uppspælið niðan gjøgnum vinstru síðu, og tað júst eftir eitt slíkt uppspæl, at B71 fekk málið hjá sær. Í høgru síðu var steindeytt, hóast veteranurin Eli Hentze viðhvørt royndi at søkja út har, bleiv bólturin ongantíð spældur út í ta síðuna.
Ístaðin vóru tað fuglfirðingar og Magni á Lakjuni, ið avgjørdu dystin. Einar fimm minuttir fyri leiklok økti Magni um leiðsluna til 4-1, tá ið Waldemar onkursvegna kloddaði eina atsókn frá vandamikla fuglfirðinginum í málið. Bert tríggjar minuttir seinni var Magni aftur upp á spæl, tá ið hann fór frá verjuni hjá B71, og tá ið Waldemar kom út ímóti, lobbaði Magni hegnisliga bóltin upp um pólverjan, og stór frøði á teimum mongu heimaáskoðarunum.
Trivaligi 5-1 sigurin hjá ÍF var ikki ov stórur, men sandoyingar eru óivað rættuliga vónbrotnir um úrslitið. Tað skerst ikki burtur, at B71 hevur eitt ungt lið, og tað er ikki óhugsandi, at nógvir av ungu monnunum hjá sandoyingum hava havt eitt sindur av gummibeinum mikukvøldið, men kanska vísti dysturin eisini veruliga munin á 1. og 2. deild í Føroyum. Í øllum førum fer ÍF ongan veg niður í 2. deild, og B71 noyðist at verða verandi í 2. deild í enn eitt ár.

ÍF-B71 5-1(1-0)
1-0 Rúni Elttør 27.
2-0 Sylla 57.
3-0 Magni á Lakjuni 59.
3-1 Hanus Clementsen 72.
4-1 Magni á Lakjuni 85.
5-1 Magni á Lakjuni 88.

Samanlagt:
ÍF-B71 5-2