ÍF hevur gott tak á EB/Streymi

Tølini siga, at fuglfirðingar vinna fulla úrtøku aðru hvørja ferð, tá ið teir vitja EB/Streym

Fyrsti dystur í bestu deildini í hesum kappingarárinum verður seinnapartin í dag, tá ið EB/Streymur í Hólmanum á Eiði fær vitjan av ÍF.

Tølini siga, at tað ofta hilnast væl hjá fuglfirðingum, tá ið teir spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

Seinastu tíggju árini hevur EB/Streymur tíggju ferðir havt vitjan av ÍF. EB/Streymur hevur vunnið tríggjar ferðir, tvær ferðir er tað endað javnt, og aðru hvørja ferð ella fimm ferðir hevur ÍF vunnið.

Málmunurin er 15 – 16. At málmunurin ikki er meiri til fyrimunar fyri ÍF kemst av, at í 2013 vann EB/Streymur annan heimadystin 5-0.

Nýggir spælarar í EB/Streymi eru Ári Arge, sum er komin úr HB, Elias El Moustage, sum er komin úr Danmark og so Ronni Møller-Iversen og Heðin Klakstein, sum tvey tey seinastu árini hava verið liðfelagar á Skála.

Fleiri nýggir spælarar eru við í kappingini um plássini í Fuglafirð. Ein teirra er gamli kenningurin Bogi Reinert Petersen, sum er aftur í barndómsfelagnum eftir tvey ár í Víkingi. Elias Lervig er eisini fluttur úr Sarpugerði og í Fløtugerði.

Tríggir eru fluttir úr Klaksvík og til ÍF, men ein teirra, Gunnar Christiansen, verður ikki við fyrsta mánaðin, tí hann er skaddur. Hinir báðir eru Ólavur Niclasen og Steinbjørn Olsen, sum heilt víst fara at  fáa meiri tíð á vøllinum, enn teir hava átt í Klaksvík.

Hjá EB/Streymi er tað ivasamt, um Arnbjørn Hansen verður førur fyri at spæla idag.

Hjá ÍF eru Gunnar Christiansen og Ari Ó. Ellingsgaard skaddir.

EB/Streymur – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 15.00.