Kanning
Í endauppgávu síni á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, kannaði vestmenningurin, Fróði B. Skúvadal, føðina hjá súlu. Hetta er ein sonevnd magakanning av súluungum í Mykineshólmi.
Súlumagarnir, sum kannaðir eru, stava frá árunum 1993, 1999 og 2001, og teir eru samlaðir í samband við árligu súluveiðina í Mykinesi, sum júst hevur verið.
Hetta er eisini ein liður í eini kanning hjá Fiskirannsóknarstovuni um vistskipanina kring Føroyar.
Nitrur og høgguslokkanev
Kanningin hjá Fróði fevndi um tilsamans 90 súlumagar. Úr magunum tók hann nitrur og høgguslokkanev; tað er nevið, sum situr á høvdinum á høgguslokki, har armarnir byrja.
Til tess at finna út av, hvørji fiskasløg, súlan etur, vórðu nitrurnar býttar upp eftir fiskasløgum, eins og høgguslokkanevini vórðu tald.
- Úrslitið av kanningini vísir, at ein týdningarmikil partur av føðini hjá súlu er seiður, høgguslokkur og nebbasild, sigur Fróði í samandrátti sínum.
Hann vísir á, at høgguslokkanev vórðu funnin í 44,4% av magunum frá 1993, í 51,2% í 1999, og í 2001 vórðu høgguslokkanev funnin í 45% av magunum.
- Taka vit seiðin, vórðu seiðanitrur funnar í 33,3% av súlumagunum frá 1993, í 43,9% av magunum frá 1999 og í 15% av magunum frá 2001.
Í magunum frá 1993 vórðu ongar nebbasildanitrur funnar, men í 1999 vóru tær at finna í 51,2% og í 32,5% í 2001.
Bara seiður í 1993
Fróði sigur, at í 1993 vórðu bara nitrur úr einum fiskaslagi funnar, og tær vóru sum nevnt úr seiði.
-Sostatt át súlan bara seið í 1993 og ikki onnur fiskasløg, undantikið høgguslokk, sum var funnin í 44,4% av magunum fyri hetta árið, sigur hann.
Í 1999 vóru nitrur at finna av 7 ymiskum fiskasløgum, og í 2001 vóru fiskasløgini í súlumagunum 10 í tali.
- Kanningin sigur okkum, at súlan hevur stórt úrval av føðimøguleikum, sigur Fróði B. Skúvadal í samandráttinum um kanningina av súlumagum.
Vegleiðari hjá Fróða var Bergur Olsen, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni. Eyðfinn Magnussen á Fróðskaparsetri Føroya var ábyrgdarvegleiðari.