90 ára føðingardagur
Leygardagin 22. sept. heldur Christian Høgnesen 90 ára føðingardag. Dagurin verður hildin í hølum Klaksvíkar Húsmøðrafelags, Bøgøtu 3 í Klaksvík kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
90 og 95 ára føðingardagar
Eliabeth Patursson fylti 90 ár tann 12. september, og Sámal Patursson fylti 95 tann 11. juni. Dagarnir verða hildnir í Roykstovuni í Kirkjubø leygardagin tann 15. september millum kl. 12 og 16. Øll eru hjartaliga vælkomin.
95 ára føðingardagur
Leygardagin 15. september fyllir Anna Malena Christiansen, vanliga nevnd Annimalla, 95 ár.
Dagurin verður hildin heima á Mýrisnípuvegi 1B, millum kl. 13 og 17.
85 ára føðingardagur
Leygardagin 15 sep. verður Elsa í Holusteini á Glyvrum 85 ár. Føðingardagurin verður hildin í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum frá kl. 17.00.Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Leygardagin 15. september verður Sámal Jacobsen, skipari, Tórshavn, 80 ár. Sámal er burturstaddur føðingardagin.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 16. september verður Bjartur Niclasen, Tvøroyri, 80 ár. Dagurin verður hildin heima á Traðarvegi 39 frá kl. 15-19, og øll eru hjartaliga vælkomin.