Sum vit hava verið inni á fyri stuttum, so var upprunaliga ætlanin, at føroyingar skuldu spæla útidyst í EM undankappingini niðri í Bosnia komandi mikukvøld. Men dysturin varð framskundaður, og Føroyar taptu 1-0 19. augustu í fjør.
Og vit kunnu siga, at tíbetur var dysturin framskundaður. Eitt er, at føroysku spælaraHavnar Fimleikafelag skipaði í vikuni fyri tveimum fimleikaframsýningum í Ítróttarhøllini á Hálsi. Fyrra sýningin var sunnudagin, har tey smærru liðini eins og »móður og barn« liðini royndu seg, meðan tey frá 13 árum og uppeftir vístu fram týskvøldið.
Sunnudagin vóru 19 lið á gólvinum, og tey vístu fram í hálvan triðja tíma. Serliga fyrri partur av framsýningini kann kennast sera drúgvur, tí her eru tað tey allar smæstu ? nógv frá 2-5 ára gomul ? ið sýna fram. Børnini eru sera nógv í tali, og fyri tey gerst tað altíð ov drúgvt, og harvið gerast tey ring at halda stýr á.
Men júst hesin parturin av framsýningini er tann, ið dregur flestu áskoðararnar. Hópin av fólki, bæði avvarandi hjá hesum smáu og onnur, leita sær í høllina fyri júst at síggja yngstu fimleikararnar, og tey hugna sær óført hvørja ferð!
Tá so tann parturin er liðugur, minkar skjótt í høllini. Nógv av foreldrunum sleppa sær heim við børnunum, sum nú eru bæði móð og ótolin, eins og ommur og abbar fara avstað, tí nú hava tey sæð tað, tey komu at hyggja eftir.
Seinni partur av framsýningini er tó ikki minni áhugaverdur, tí tá sært tú meira fimleik fram um spælið, ið er tað berandi hjá teimum smæstu.
Týskvøldið var so framsýning við teimum eldru, frá 13 árum og uppeftir. Her
luttóku 12 lið, og tá eru íroknað Grand Prix liðini, sum bæði sluppu at royna seg sunnudagin og týsdagin. Kemur tú at hyggja eftir fimleiki, so er hendan framsýningin tann, ið vísir tær tað besta, ið felagið kann vísa.
Elin Mortensen, sum er forkvinna í Havnar Fimleikafelag sigur, at tey støðugt meta um, hvussu hesar várframsýningarnar skulu skipast. Ein møguleiki er at býta liðini upp í tríggjar framsýningar, tí tað gevur teimum yngstu sína serligu
framsýning. Hetta hevði verið ein fyrimunur, tí so gerst framsýningin hjá teimum ikki so drúgv.
Havnar Fimleikafelag telur 800 íðkandi limir, og felagið er millum tey gomlu í Føroyum.
Fyrst í desember í ár verður felagið 90 ár, og í tí sambandi ætlar nevndin í felagnum at skipa alt 1999 sum serligt jubileumsár.
Ætlanin er at tað verða børnini, sum merkja jubileumsárið mest, og tað verður gjørt við at hava tiltøk bæði í vár, summar og í heyst fyri børnum.
Í november verður so ein serlig jubileusframsýning, men nevndin leggur dent
á, at árið serliga er ætlað børnum.rnir ikki eru so væl fyri nú, sum teir vóru á hásumri í fjør, og eitt annað og nógv týdningarmiklari er, at tað hevði verið lítið hugaligt at farið av landinum í morgin við nøsini vendari niður á Balkan, har tað síðani í fyrrakvøldið hevur verið lítið tespuligt.
At NATO hevur gjørt av at fáa jugoslavisku myndugleikarnar at makka rætt við illum, tá teir ikki hava fingið teir at makkað rætt við góðum, hevur eisini ávirkað EM undankappingina. UEFA boðaði í gjár frá, at teir av trygdarorsøkum hava gjørt av at útseta tríggjar dystir, sum teir næstu dagarnar skuldu verið spældir har niðri. Jugoslavia skuldi spælt á heimavølli móti Kroatia í morgin og móti Makedonia mikudagin. Hesir báðir dystirnir eru útsettir til ávikavíst 18. august og 4. september. Makedonia skuldi havt vitjan av Írlandi í morgin, men dysturin er útsettur og er í staðin ásettur at vera 9. oktober.
Fótbóltskríggj
Tað er einki at liggja omaná, at í europeiskum fótbólti er eisini kríggj ? um enn ikki á sama máta, sum tað er í Jugoslavia. Tað er kríggj millum stóru feløgini og UEFA. Stóru feløgini vilja ikki so fegin geva landsliðsspælarunum frí til at spæla landsdystir ? tey vilja heldur hava nógvar dystir í Europa Cup ? meðan UEFA vil hava landsdystirnir varðveittar. Tá EM undankappingin, sum nú er um at vera hálvrunnin, skuldi leggjast til rættis, var tað ein neyðsemja, at landsdystirnir skuldu spælast í so kallaðum dupult umførum. Og tað er eitt av hesum umførunum, sum nú stendur fyri framman.
39 dystir
Í kvøld, í morgin, sunnudagin og mikudagin verða ikki færri enn 39 EM undankappingardystir avgreiddir kring Europa. Undankappingin er um at vera hálvrunnin, og tað vil siga, at í fleiri førum verður talan um lagndudystir fyri tey londini, sum ikki hava staðið seg serliga væl í fyrstu dystunum.
Eitt av hesum londunum er Danmark, sum í annaðkvøld klokkan 18.15 føroyska tíð skal spæla lagnudyst í Parkini móti Italia. Hesin dysturin er í bólki 1, og í morgin spæla Hvítarussland og Sveits eisini.
Mikudagin fær Sveits vitjan av Wales, og Italia tekur ímóti Hvítarusslandi.
Hinir bólkarnir
Skráin í hinum bólkunum er henda:
Bólkur 2:
27.3: Grikkaland-Noreg og Georgia-Slovenia. 31.3: Slovenia-Albania og Latvia-Grikkaland.
Bólkur 3:
27.3: Norðurírland-Týskaland og Turkaland-Moldov-a. 31.3: Moldova-Norðurírland og Týskaland-Finnland.
Bólkur 4:
27.3: Andorra-Ísland, Armenia-Russland og Frakland-Ukraina. 31.3: Ukraina-Ísland, Russland-Andorra og Frakland-Armenia.
Bólkur 5:
27.3: Ongland-Pólland og Svøríki-Luksemburg. 31.3: Luksemburg-Bulgaria og Pólland-Svøríki.
Bólkur 6:
27.3: Spania-Eysturríki. 28.3: Ísrael-Kýpros. 31.3: San Marino-Spania.
Bólkur 7:
26.3: Portugal-Aserbadjan. 27.3: Ungarn-Liktinstein og Rumenia-Slovakia. 31.3: Slovakia-Ungarn, Aserbadjan-Rumenia og Liktinstein-Portugal.
Bólkur 8:
31.3: Makedonia-Malta (hinir dystirnir eru útsettir).
Bólkur 9:
27.3: Kekkia-Litava og Skotland-Bosnia. 31.3: Litava-Estland og Skotland-Kekkia.
Næsta umfarið í EM undankappingini verður fyrst í juni. Í flestu bólkunum fer tá at verða spælt 5. og 9. juni, og tá vera Føroyar við í spælinum. Skotland verður á Svangaskarði 5. juni, og Bosnia fer at vitja 9. juni.