Fáir møguleikar og FSV04 fekk fult

Tað eydnaðist ikki TB annan leygardagin á rað at sleppa suður aftur við málleysum javnleiki. Á sama hátt sum á Svangaskarði dúvaðu tvørámenn upp á stinnu verjuna og deyðbóltsstøður. Ein risa møguleika fingu teir í 1. hálvleiki,men teir misnýttu.

FSV04 hevði bóltin størsta partin av tíðini á Valloyrini, men tað gekk illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

Einsamalla málið skoraði miðvallarin Jovan Panic eftir 65 minuttir. Brasiliumaðurin Heron, sum stutt frammanundan var komin á vøllin, og Sjúrður Ellefsen áttu uppspælið, og Jovan var púra blankur, tá ið hann skoraði.

Ferðin var einki serliga høg, og dómarin var ongantíð í lummanum eftir kortunum ?hvørki gulum ella reyðum.