ÍF kom nærri bjargingini

Fótbóltur: Órudduligt spæl og lítil munur á liðunum, tá fuglfirðingar fingu stigið sum í síðsta enda kann fara at vísa seg at verða atgongumerkið til framhaldandi tilveru í bestu deildini

Tað sást ikki á avrikunum, at annað liðið stríðist fyri at sleppa við í Europa Cup, og at hitt liðið stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini.

Oyggjauppgerðin millum NSÍ og ÍF var tøtt og jøvn. Talan var ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar. Tvey mál komu, og tá Niklas á Líðarenda bríkslaði fyri síðstu ferð var tað sjónskt, at fuglfirðingar meiri ella minni kendu tað sum um teir høvdu vunnið javnleikin ? hin sjeynda í ár ? meðan teir á heimaliðnum meiri kendu tað sum um teir høvdu tapt tvey stig.


Fáir møguleikar

Góðveðursdagurin við Løkin fer ikki í søguna sum ein av teimum, tá nógv av poleraðum og samanhangandi fótbóltsspæli var at síggja.

Kongstankin hjá NSÍ hevur í ár verið at leggja trýst á mótstøðuliðini fyri at kroysta tey at gera mistøk, sum tað so hevur verið ætlanin at fáa nyttu burturúr. Um hetta var ætlanin móti ÍF, so eydnaðist tað illa. Tá havt verður í huga, at vitjandi liðið telist millum teirra, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, so var útgangsstøðan hjá NSÍ sera lítið álopskend. Mortan Hansen var so at siga einsamallur á toppinum, meðan Kristian Høgni Jacobsen reikaði aftanfyri. Hetta gav ikki serliga stóra tyngd í álopspartin, og tað sást aftur í, at uppløgdu møguleikarnir vóru fáir.

Serliga í 1. hálvleiki høvdu fuglfirðingar trupulleikar at skipa verjuna, og tað hevði við sær, at Mortan Hansen tvær ferðir var púra leysur mitt fyri málinum. Fyrru ferðina ? tá vóru sekstan minuttir farnir ? stútaði hann innleggið úr vinstru frá Kristian Høgna Jacobsen í kassan (hetta var fyrsta beinleiðis royndin móti málinum hjá Erlingi Joensen), og seinnu ferðina stútaði hann innlegg úr vinstru við síðuna av málinum.

ÍF megnaði heldur ikki at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar, men Bárður á Lakjuni, sum aftur hesa ferð var besti maður hjá fuglfirðingum, fer at minnast leingi til møguleikan, sum hann fekk, tá tað restaðu fimm minuttir av fyrra umfarinum. Miðvallarin í vinstru stóð sjálvur fyri sendingini út í høgra borð til Hergeir Eldevig. Hann sneiddi ein av, og flata sendingin hjá honum inn fyri málið var neyv, Bárður á Lakjuni var púra leysur mitt fyri, men vinstra innara síðan hjá honum sendi í beinini á málverjanum.


Illa skipað

Møguleikarnir seinna umfarið vóru sera fáir.

ÍF javnaði, tá 58 minuttir vóru farnir, men talan var so at siga ikki um málmøguleika. Bárður á Lakjuni stakk til Áslak R. Petersen í høgru, hann dró burtur frá málinum og royndi seg so við longum bólti úr spískum, og tað eydnaðist væl, tí bólturin sigldi omanfyri málverjan og í handara síðunetið.

So var talan um stríð á miðvøllinum, har tað sjáldan eydnaðist at fáa meiri enn tvær ætlaðar sendingar at rigga í senn.

Tað gjørdist eitt sindur heitt, tá Kári Hansen varð borin av vøllinum, tí hann var taklaður, og tá Egil Zachariasen heilt stutt eftir ? í 63. minutti ? sá reytt fyri takling heilt úti í borðinum (uttanífrá tóktist taklingin ikki stórt øðrvísi enn tann móti Kára Hansen og tann, sum Bárður á Lakjuni var útsettur fyri í 1. hálvleiki), men dysturin útviklaði seg ikki til at vera óhampuligur.

Hóast NSÍ flutti Dánial Hansen úr miðverjuni og fram á miðvøllin, tá teir vóru fleiri á vøllinum, so var tað meiri enn ilt hjá teimum at spæla seg til upplagdar møguleikar.

Kasper L. Jacobsen var óheppin, tá langskotið hjá honum tók tvørtræið og stakk niður á strikuna og so út aftur, men annars var lítið at skriva um.

NSÍ hevði millum lítið og einki vongspæl, og so var lætt hjá verjuni við Bartali Eliasen á odda at senda út frá aftur. Og í síðstu minuttunum var um reppið, at ÍF fekk sigursmálið, tá teir høvdu trý vandamikil hornaspørk. Men tað kom einki mál afturat, og tað hevði verið mest sum ov mikið av tí góða, um fuglfirðingar høvdu farið við øllum.