ÍF kom upp á turt

ÍF nýttist onga hjálpandi hond frá Víkingi, tá teir sjálvir syrgdu fyri at steðga góðu gongdini hjá B68

Fótbóltur

 

Eitt einsamalt mál frá Andy Olsen var nóg mikið hjá ÍF ,sum í gjár vann eina heldur linliga uppgerð á Svangaskarði.

Fuglfirðingar vóru undan dystinum fimm stig framman fyri B71 á níggjunda plássinum, og við dysti móti júst sandoyingunum í seinasta umfarinum ráddi tí um hjá ÍF at bjarga sær upp á turt, áðrenn tað gjørdist alt ov spennandi.

Og tí setninginum rukku teir. Talan var um ein heldur linligan dyst, har tað ikki hendi tað heilt stóra framman fyri báðum málunum. Ein støða, sum ÍF tó eisini væl kundi liva við, tí ein javnleikur vildi í roynd og veru beint allan iva burtur.

Men seinasta restin av hesum hvarv tó heilt í seinastu løtuni av dystinum. Andy Olsen, sum kom til ÍF í summar, slapp leysur í høgra borði, og eftir at hava sneitt verjuspælara av, sendi hann bóltin fram við Vlada Filipovic í B68-málinum.

At Víkingur um sama mundi skoraði sigursmálið á Sandi, hevði sum so onga ávirkan á fuglfirðingar. Teir syrgdu sjálvir fyri sunnudagsfótbólti komandi kappingarár, og tí kunnu teir róliga bjóða sandoyingum á vitjan, tá kappingin endar leygardagin.