ÍF lúrir á triðja plássi

Fuglfirðingar hava eitt sera sterkt flogbóltslið á bæði harra og kvinnu síðuni, og tað vístu hesi lið eisini síðsta ár, tá tey bæði vunnu meistaraheitið. Men í ár hevur ikki verið eins lætt, og tó

ÍF-Fram 3-1 (25-23, 25-17, 20-25, 25-22):


ÍF hava í ár megnað at vunnið móti oddaliðnum SÍ, men so hava teir tapt móti hinum gull kandidatunum, Mjølnir, men ÍF hevur tveir dystir til góðar, í mun til SÍ, meðan Mjølnir hevur ein dyst til góðar. Um allir hesir dystir verða vunnir av ÍF og Mjølni, stendur støðan á 10 stigum, til øll trý feløgini, og tað má sigast at vera rættuliga javnt og spennandi.


ÍF hevur seks stig eftir dystin sunnudagin, ið teir vunnu við trimum settum móti einum.

Teri byrjaðu bragliga og vunnu tvey tey fyrstu settini, men í triðja setti vildu havnamenn nakað annað. Teir struku avstað og vunnu móti endanum eisini settið. Í fjórða megnaðu fuglfyrðingar at leggja somikið væl fyri at teir at endanum vóru omaná og vunnu sostatt dystin 3-1.