Føla seg sum djórini í djóragarðinum

Tað kann ikki vera rætt, at tað einans eru Smyril Line, Atlantsflog og hotellini, sum vinna upp á ferðavinnuna í Føroyum.

 

- Lokalsamfeløgini fáa ofta bara baksíðuna av medaljuni. Bóndirnir í Saksun siga, at teir føla seg næstan sum djórini í djóragarðinum, tá ferðafólk standa og taka myndir inn gjøgnum køksvindeyga. Nú haldi eg, at vit skulu tryggja lokalsamfeløgunum ein part av forsíðuni eisini, sigur Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.

 

- Nú er tíð uppá, at tey, sum eiga jørðina, fáa sín rættmessiga lut í inntøkunum, sum koma av ferðavinnuni. Tað kann ikki vera rætt, at tað bara eru Smyril Line, Atlantic Airways og hotellini, sum sita eftir við øllum vinninginum. Tað heldur Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.

 

Í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamannamál, verða Føroyar lýstar sum eitt náttúruferðamál og ferðafólkini siga sjálvi, at tey koma til Føroya fyri at uppliva náttúruna.

- So má tað eisini vera rímiligt, at tey, sum taka sær av náttúruni fáa sín part av inntøkunum, sigur hann.

 

Hann sigur, at Búnaðarstovan hevur ikki ført nakað krav fram móti heimafólki, altso føroyingum, sum ganga í náttúruna, ei heldur, um fólk fáa vitjan av familju og vilja vísa teimum landið.

 

- Tað er, tá hetta er partur av einum vinnuligum endamáli, at vit halda, at fólk eiga at rinda. Tað er ikki, tá tað ræður um at sýna gestablídni, ella tá ein familja ella skúlaflokkur fer ein túr út í náttúruna, men tá onkur annar kortini tjenar pengar upp á ferðamannin, at vit halda, at tey, sum eiga jørðina, eisini eiga at fáa sín part, sigur stjórin á Búnaðarstovuni.

 

Hann vísir eisini á, at í samtyktini á grannastevnuni í Mykinesi er eisini sagt, at fólk, við tilknýti til Mykines, ikki skulu gjalda.

 

Tróndur G. Leivsson fegnast eisini um, at Mykinesmenn hava sett sum krav, at ferðaleiðari skal vera við fólkunum, sum fara út í hólmin.

- Vit mugu hugsa um at verja fuglalívið í økinum, tí í síðsta enda, so er tað jú fuglin, fólk eru komin at vitja. Vit eru tíbetur komin langt síðani dagarnar, tá Tjaldrið plagdi at leggja seg undir Skúvoynna og hála í floytuna, so at fólk skuldu síggja fuglin fara úr berginum, men enn duga vit illa at verja fuglin í Føroyum, sigur hann.

 

Hann sigur, at væntandi vera avmarkingar settar á, hvussu nógv fólk kunnu fara út, og hvørja tíð á døgninum og árinum, at fólk kunnu vitja hólmin.

 

Tróndur G. Leivsson sær fyri sær, at heimasíður sum tann hjá Pól Sundsskarð, hiking.fo, fer at spæla ein leiklut í hesum.

- Tað verður kanska so, at tá ein bíleggur ein ferðaleiðara haðani, so er avgjaldið til ferðastaðið eisini við í prísinum fyri ferðaleiðara. So mugu vit bara ansa eftir, at peningurin fer víðari til rætta stað, sigur hann.

 

- Í stuttum er munur á, at ein ferðaskrivstova í Hamburg tjenar pengar upp á, at fólk kunnu ganga ókeypis í Føroyum, og tað at føroyingar fara ein túr í hagan. Tí mugu vit umhugsa at gera broytingar, sigur hann.