Fólk eru røsk at lata Reyða Krossi lutir

Hesa vikuna verða skógvar, task­ur, belti, turrikløð og annað tilhoyr at fáa í handl­i­num hjá Reyða Krossi í Havn.

– Fólk eru ógvuliga røsk at lata inn klæði og lutir til end­­ur­­nýtsl­­uhandilin­­. Ofta sera nógvar góðar, og í summ­um førum óbrúktar. Í hesum føri hava vit so savn­­að saman eina rúgvu av skóm, taskum og beltum, sum verður selt komandi vik­una – 8. til 11. apríl, siga tey í handilinum.
– Eisini eru nógv turr­i­klæði, í øllum litum og úr ym­isk­um tilfari. So her er ein góður møguleiki at gera kvetti, tað er bara at fara om­an á Bryggjubakka, har Reyða Kross handilin er. Opið er týsdag til fríggjadag kl. 13.30 – 17.70, siga tær í handilinum. Við at keypa í Reyða Kross handlinum stuðlar tú neyðhjálpini.