Fólk á gøtuni

...

Rógvi Nielsen, Saltangará:


-Eg farið í Tivoli og kanska farið eg at sparka við A-liðnum hjá smádreingjunum hjá NSí. Vit fáa heiðursmerki, um vit so vinna ella tapa. Annars farið eg at keypa mær okkurt og seta meg heima at hyggja eftir sjónvarpi. Eg eri spentur um eg fari at vinna okkurt í tivoli.


Peddy Højgaard, Toftir:


-Eg haldi Eystanstevnuna mest fyri kappróðurin. Eg eri eisini við í fimleikarfelagnum Støkk, og vit fara at skipa fyri dansi í Støkk-høllini leygarkvøldið.

-Eystanstevnan er best, tá ið FM telur við. Tá er meira fólk og lív í býnum. Tað hevði verið best, at FM-róður var á Skálafjørðinum á hvørjum ári .



Ann Petersen og Otto og Elsa 4 og 6 ár:

-Eg fari ein túr í tivoli og at hyggja eftir kappróðri. Annar veit eg ikki hvat ið er á skránni.

Stevnan er eisini útreiðslur. Tað kostar altíð nokk, um børnini skulu hava alt tað sum tey krevja. Vit hava tvey børn og stevnan kostar kanska 500 krónurlkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.

Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?

Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.

-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.