Tað órógvar norska heilsumálaráðharran, Bent Høie, at fleiri fólk í góðum árum í seinastuni er løgd inn á sjúkrahús við koronu.
Í síðstu viku vórðu 20 fólk í aldrinum, 30 og 39 ár, innløgd, og tað eru tvífalt so mong, sum í vikuni frammanundan.
Hetta er eisini størsta tal av innleggingum eftir einari viku av fólki í so góðum árum, síðan farsóttin tók seg upp. Av teimum 20 fólkunum, vóru tey átta yngri enn 30 ár.
Norski heilsumálaráðharrin, Bent Høie, sigur, at tølini eru órógvandi, tí tey vátta, at eisini fólk í so góðum árum kunnu gerast álvarsliga sjúk við koronu.
- Hesi tøl siga mær, hvussu týdningarmikið tað er at fáa smittutølini niður, hóast tey elstu og mest viðkvomu eru og verða koppsett, sigur heilsumálaráðharrin við VG.