Fólk hava tikið væl ímóti nýggja búmerkinum

(Ljóðsamrøða) Formaðurin í Giza Hoyvík iðrar seg um taptu fjórðingsfinaluna, men staðfestir góða viku hjá felagnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við Kenneth Hovgaard, formann í Giza Hoyvík, aftaná hann hevði sæð sítt lið tapt tepurt 1-2 í fjórðingsfinaluni ímóti Skála.

 

Kenneth Hovgaard takkaði øllum Giza Hoyvík spælarunum fyri eitt gott avrik, men hann ergrar seg um, at liðið ikki tók av teimum stóru málmøguleikunum liðið fekk í dystinum.

 

Kenneth Hovgaard kann kortini staðfesta eina góða viku hjá felagnum. Í gjáramorgun var nýtt búmerkið kunngjørt hjá Giza Hoyvík, og móttøkan hevur verið góð millum limirnir í felagnum.