Fólk hugsa ikki um doping

Ben Johnsson, sum fyrstu ferð varð tikin fyri doping eftir OL í 1988, tykist ikki leggja nakað í, um stimbrandi evni verða nýtt innan ítróttina. Seinast, tá OL-gullvinnarin Justin Gatlin varð testaður positivur.
- Áskoðararnir eru líkasælir. Tey vilja síggja heimsins skjótasta mann, og tað er tað, sigur Johnson.
Tá Johnson í 1988 fóru fyrstur um málstrikuna, var hetta í tíðini, 9,83, sum fram til tá var so nógv skjótasta tíðin, sum nakar hevði runnið teir 100 metrarnar.