Hvat hevur tú tikist við, áðrenn tú komst til
Føroyar:
Áðrenn eg kom hendavegin, starvaðist eg á einum pizzaria í Hafnafirði, sum er ein partur av Reykjavík. Tað er eisin har at barndómsfelagið hjá mær í hondbólti, FH, heldur til.
Ein skuldi trúð, at avbjóðingarnar í Íslendskum hondbólti eru nógv størri enn tær eru í Føroyum, so hvat fekk teg at koma til Føroyar:
Tá eg flutti úr Íslandi, hevði eg als ikki spælt hondbólt í eini 2 ár. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at eg ikki kláraði at liva upp til tað trýst, sum varð lagt á meg frá venjara og leiðslu. Við tað at øll í familjuni hava spælt ella spæla hondbólt, umframt at pápin mín og onnur omman og annar abbin hava spælt á landsliðnum, hava tað alla tíðina verið stórar forvæntningar um meg. Sjálvur metti eg, at eg kláraði meg væl í yngru deildinum, men eg var ikki til reiðar at seta mær sjálvum krøv til at skula liva upp til tað, sum m.a. pápi mín hevur víst. Eg hevði heldur ikki hug at nýta so nógva tíð til venjing, sum tá varð kravd av mær. T.d. kann eg nevna, at tá pápi mín var 17 ára gamal, leikti hann við unglinga- og fyrsta liðnum hjá FH, umframt at hann leikti við unglingalandsliðnum. Tað sigur seg sjálvt, at skal man brúka tað tíðina, sum tað krevur at spæla á slíkum støði, verður ikki nógv tíð til annað.
Tá tú kom til Føroya, hevði pápi tín eisini skapt sær eitt navn her heima. Er trýstið á tín persón minni her, enn tað var í Íslandi:
Talan er slettis ikki um sama trýstið her, sum í Íslandi. Sjálvandi vita fólk, hvør pápi mín er, men eg haldi ikki at tað kann samanberast. Pápi mín hevur kanska skapt sær eitt navn her, men hetta er ein somikið lítil partur av hansara hondbóltslívið, at føroyingar als ikki krevja líka nógv av mær.
Tú hevur spælt við H71 samstundis sum pápi tín hevur verið venjari. Heldur tú at hetta ger tað torførari at vera ein partur av liðnum:
Ikki so nógv hjá mær sjálvum. Heldur vil eg siga, at tað hevur verið sera torført hjá pápa mínum, tá hann skal geva rós ella rís til leikararnar. Tá hevði hann kanska ilt við at meta mítt avrik á jøvnum føti við hinar leikararnar. Eg havi tó roynt hetta fyrr, við tað at abbi mín eisini hevur verið venjari hjá mær, tá eg havi spælt í yngru deildunum heima í Íslandi. Eitt sum kanska hevur gjørt tað torført, er at pápi mín ikki hevur sett meg inn á liðið, um tann maðurin sum missir plássið til mín, er á sama støði sum eg. Tað vil siga at eg kanska havi skula víst meira enn hinir, fyri at fáa pláss á liðnum.
Hvat heldur tú um støðið á føroyskum hondbólti:
Eg haldi at tey bestu føroysku liðini høvdu staðið seg í niðara endanum av íslendsku 1. deild. Stórur munur er tó á liðunum í bestu deildini, so eg rokni ikki við at nakað føroyskt lið hevði kunnað skalað tey stóru í Íslandi. Venjingin í Føroyum kann heldur ikki sammetast við venjingina hjá bestu Íslendsku liðunum. Har hava leikararnir einans 3 vikur summarfrí, og sjálvt um jólini verður vant 2 ferðir um dagin.
Og hvat við teimum føroysku dómarunum:
Har vil eg helst ikki siga ov nógv, men um vit taka støði í seinasta kappingarári, so vóru stór framstig gjørd ígjøgnum árið. Hetta á tann hátt, at eftir mínum tykki gjørdust dómararnir betri til at leiða dystirnar, ístaðin fyri at vera ein partur av dystinum. Hetta er tó ikki bara orsakað av dómarunum, men so sanniliga eisini av spælarunum, við tað at fleiri leikarar ofta byrja at tosa/grenja um dómararnar, áðrenn dysturin er byrjaður, ístaðin fyri at hugsa meira um sítt egna spæl. Ein trupulleiki við føroysku dømingini er eisini, at ov fá føst dómarapør eru. Her haldi eg avgjørt, at tað skuldi verið satsað upp á at havt eini 4-5 føst pør, sum dømdu 1. deild. Síðani kundu yngri dómarar sloppið at dømt lægru deildirnar, og á tann hátt kunna vant seg spakuliga upp. Í íslandi eru tað t.d. fleiri dómarapør, sum so at siga liva av at døma, og sum hava nógva altjóða uppgávur.
Merkir tú á tínum við leikarum, at hesir ikki hava eitt A-landslið, sum teir kunnu miða ímóti:
Tað er heilt klárt, at tað ávirkar motivatiónina hjá tí einstaka leikaranum, at einki føroyskt A-landslið er. Eg dugi ikki á nakran hátt at síggja eina góða orsøk til ikki at hava A-landslið. Serliga haldi eg hetta vera spell fyri yngru leikararnar, tí í ítrótti er tað ofta soleiðis, at ein leikari er dugnaligur í fleiri ítróttargreinum, og her sigur tað seg sjálvt, at hondbólturin kann missa leikarar til bæði hond- og fótbólt. Leikarar, sum annars kundu verið við til at ment føroyskan hondbólt.
Lesur tú tað, sum bløðini skriva um teg:
Sjálvandi lesi eg tað, men eg taki mær tað ikki so nær. At byrjað við var eg sera spentur uppá, hvat fór at standa um meg, og keypti bløðini beint sum tey komu út mánakvøld, men nú haldi eg, at eg taki tað meira róligt.
At enda, hvørjar framtíðarætlanir hevur tú:
Fyrst og fremst kundi eg hugsa mær at tikið student. Hetta fái eg tó ikki gjørt í Føroyum, við tað at eg ikki fái góðskrivað føroyska partin, um eg t.d. flyti aftur til Íslands aftan á 1 ár. Harumframt vóni eg at eg sjálvur verið hepnari viðvíkjandi skaðum, og at eg seinni kann fáa møguleikan at spæla hondbólt í Danmark ella Íslandi.
Svara So!
Navn: Finnur Hansson
Føddur: 1. mei 1979
Giftur: Nei
Fyrimynd: Havi onga
Besti persónligi eginleiki: Royni at vera positivur, eisini tá tað gongur illa
Størsti veikleiki: Sinnalagið
Besti matur: Tann hjá ommu
Besti drykkur: Appelsinjuice
Best í sjónvarpinum: Drew Carey
Frítíðarítriv: Havi ikki tíð til so nógv, men mær dámar væl at ganga í biograf
Størsta uppliving: Í 1991 tá FH vann steypa- deildar- og landskappingina í Íslandi
Størsta vónbrot: Seinasta kappingarár, tá vit høvdu øll kortini á hondini, men ikki brúktu tey
Størsta ynski: At fara uttanlands fyri at spæla hondbólt og kunna liva av tí ? og at daman kemur við mær, har eg fari.