Um ein vil tað ella ikki, so er tað kortini ein veruleiki at okkara samfelag gerst meiri og meiri leyst av tí reiða peninginum.
Hóast mong av teimum tilkomnu enn brúka reiðan pening at gjalda við, er hetta samstundis vorðin ein minni og minni týðandi gjaldsháttur hjá yngra ættarliðinum, skrivar folkakirkjan.fo.
Tað er bæði einfaldari og lættari, at tú sleppur undan at ganga við myntum og seðlum uppi á tær, tá tú skal gera einihvørji ørindi.
Sum vit vístu á í eini grein her á heimasíðuni hin 15. mars í ár við yvirskriftini “Færri myntir í talvuna: Glaðir gevarar brúka nú mobilepay”, er henda gongdin eisini at síggja í donsku fólkakirkjuni.
Enn er hetta ikki vanligt í kirkjum okkara. Men ikki er óhugsandi, at soleiðis sum gongdin er í samfelagnum, er helst bert ein spurningur um tíð, til hetta verður gjørt her við.
- Hjá okkum er tað so, at meginparturin av okkara innsavningum í kirkjuni verða gjørdir umvegis mobilepay, sigur Jóannis Fonsdal, ið virkar sum prestur við Emdrup Kirke í Keypmannahavn, við folkakirkjan.fo.
Jóannis Fonsdal, sum er ættaður av Skála upplýsir, at tey byrjaðu at brúka Mobile Pay í samband við innsavningar fyri sløkum fimm árum síðani.
- Vit fóru undir hetta í september 2014, og hava brúkt tað líka síðani, upplýsir hann í eini longri grein á folkakirkjan.fo, har greinin sæst í fullari longd.