Fólk ov sein til bussarnar

Broytingar hjá Standferðsluni hava havt við sær, at uppgivnu fráfarðingartíðirnar í Ferðaætlanini hjá bussum úr Havn og Kollafirði eru skeivar. Allar fráfaringartíðir hjá bussum úr hesum báðum støðum eru nevniliga fluttar fimm minuttir fram

Bussrutur

Mong ferðandi úr Havnini hava seinastu tíðina upplivað og gjørt vart við, at hóast tey eru møtt til tíðina á Farstøðini ella á buss-steðgistøðum, eru bussarnir longu farnir undan teimum. Og fylgjurnar av hesum kunnu saktans vera álvarsamar og óhepnar fyri ferðandi í týdningarmiklum og tíðarbundnum ørindum.
Orsøkin til hetta er, at Strandferðslan hevur flutt allar bussrutur úr Havn og Kollafirði fimm minuttir fyri áður uppgivnu tíðir, samstundis sum Ferðaætlanin í heimum kring Føroyar vísir gomlu fráfaringartíðirnar hjá bussunum.

- Hava upplýst væl og virðiliga
Regin Vágadal á Strandferðsluni vísir á, at hesar broytingar eru upplýstar væl og virðiliga, og at teir á Strandferðsluni hava gjørt sína skyldu.
- Av tí at bussførararnir høvdu ov stutt skotbrá at halda tíðirnar og harvið máttu koyra ov skjótt, valdu vit av trygdaráðum at flyta fráfaringartíðirnar til fimm minuttir fyrr, so bussførararnir bæði kunnu yvirhalda tíðirnar og koyra lógliga, sigur Regin Vágadal.
Hann vísir víðari á, at hetta hava teir lýst væl og virðiliga, tí umframt at hava verið í ávísum fjølmiðlum, hava teir eisini gjørt 6000 faldarar, har upplýst verður um nýggju tíðirnar. Undir varandi broytingum á heimasíðuni hjá Standferðsluni er eisini upplýst, at bussarnir nú fara fimm minuttir fyrr, og tískil heldur Regin Vágadal, at parturin hjá Strandferðsluni ikki liggur eftir.

Nýggj ferðaætlan ov dýr
15. juli gjørdi Strandferðslan hesa broyting, men trupulleikin er, at nýggjasta Ferðaætlanin kom út 8. apríl, og tískil er núverandi Ferðaætlan, sum fólk flest nýta og sum eftir røttum skuldi víst røttu fráfaringartíðirnar, ikki í samsvar við nær bussarnir fara av Farstøðini í Havn við ferðafólki.
Av tí at broytingin er framd, eftir at nýggjasta ferðaætlanin er útgivin, liggja faldararnir um nýggju busstíðirnar væl at merkja bert í Ferðaætlanunum, sum enn ikki vórðu keyptar, tá faldararnir vórðu útgivnir, og er hetta sjálvsagt óheppið.
Spurningurin er, um nýggj Ferðaætlan ikki hevði verið ein betri loysn, so íbúgvar ikki koma illa fyri, tá týdningarmikil ørindi skulu fullførast gjøgnum Strandferðsluna, tí tað er avmarkað, hvussu nógv keypa Ferðaætlanina mánaðir eftir, at hon er útgivin.
Regin Vágadal vísir í hesum sambandi á, at ein Ferðaætlan er ógvuliga dýr, við tað at 20-25.000 eintøk verða prentað, og at ein Ferðaætlan ikki bara kann verða givin út í bræði. Hann leggur eisini afturat, at tá undirsjóvartunnilin opnar, verða stórar rutubroytingar eisini gjørdar, og tískil vildi Strandferðslan bíða nakað við útgeving av nýggjari Ferðaætlan.

Trupulleikin er føroyskur mentalitetur
Regin Vágadal sigur, at tað sjálvsagt er sera óheppið, at Strandferðslan miðskeiðis í einum tíðarskeiði noyðist at broyta fráfaringartíðirnar, men at trupulleikin eins nógv er føroyski mentaliteturin við uppmøting.
-Hví ikki bara møta 10 minuttir fyrr sum aðrastaðni? Tað er eins nógv føroyski mentaliteturin altíð at vera í seinastu løtu, sum er orsøk til henda trupulleika, sigur Regin Vágadal at enda við Sosialin.