Stríðshugaða kollektivið, og spælarar, sum spæla við hjartanum uttanfyri landsliðsbúnan hevur givið íslendingum nógvar fjepparar kring fótbóltsheimin. Hetta staðfesti framherjin, Kolbeinn Sigþórsson á tíðindafundi hjá íslendska fótbóltslandsliðnum tíðliga í morgun.
Sjálvur spælir Kolbeinn Sigþórsson við franska Ligue 1 liðnum, Nantes. Ísland spælir ímóti Ungarn í bólki F á kenda Stade Velodrome leikvøllinum í Marseille klokkan 17 seinnapartin. Um leikvøllin sigur Kolbeinn Sigþórsson: - Hetta er ein hin flottasti leikvøllurin í Íslandi, og hann er sum skaptur til góðan stemning. Og vónandi fáa vit aftur ein góðan stemning í dystinum ímóti Ungarn. Tað verður stór veitsla á íslendska tjóðardegnum í Marseille ígjár, og vónandi verður tað ein enn størri veitsla til dystin. Vit merkja veruliga stuðulin frá íslendsku fjepparunum, og vit fáa eisini stuðul frá fótbóltsfjepparum kring allan heimin, og tað kemur eitt sindur óvart á okkum. Men tað er týdningarmikið, at vit halda bæði beinini á jørðini. Dysturin ímóti Ungarn verður torførur, men vit ætla avgjørt at vinna dystin. Bæði liðini ætla at vinna, og fara at gera alt fyri at røkka hesum, segði Kolbeinn Sigþórsson á tíðindafundinum.
Til ber at síggja dystin á RÚV, KVF, TV2 ella á NRK 1.