Fólk skulu rinda eykaskatt fyri at eiga summarhús

Fleiri løgtingslimir halda, at tað er ein gongd leið

Kommunur eiga at fáa heimild til at leggja gjald á summarhús, sum eingin hevur fastan bústað í. Tað halda fleiri løgtingslimir.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at lata bústaðir byggja leiguíbúðir á útoyggj fyri at bøta um bústaðarneyðina.

Í hesum sambandi vísa løgtingslimir á, at bankarnir eru serstakliga trekir at veita lán til bústaðir á bygd, serliga á útoyggj, men tinglimir í samgonguni eru ikki so heitir fyri akkurát hesum uppskotinum. Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vísir á, at Samgongan arbeiðir við einum bústaðarpakka og hann heldur, at tað er frægast at bíða eftr tí.

Men hinvegin halda fleiri tingfólk, at tað eru eisini aðrir mátar at bøta um bústaðarneyðina, og tað eru tiltøk, sum kunnu setast í verk beinanvegin.

Og ein máti er at lata kommurnar fáa heimild til at leggja gjald á summarhús, sum fólk aðrastaðni eiga. Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vísir á, at tað standa nógv hús kring landið, sum múgvandi fólk aðrastaðni eiga, og hann heldur, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at kommunurnar, har hesi húsini standa, fáa heimild til at krevja eitt gjald frá teimum, sum eiga tey fyri at røkja kloakkskipanina, vatnveitinging, og onnur viðurskifti.

Edvá Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, heldur enntá, at fólk, sum eiga fleiri hús, skulu rinda avgjald fyri tað, soleiðis, at tey einki rinda fyri tað fyrsta húsið, men síðani rinda fyri onnur hús, tey eiga. Hon heldur, at tað kann fáa fólk til at selja nøkurhús kring landið.

Tað eru ikki øll hús á bygd, sum verða brúkt til summarhús, onnur hús standa bara tóm og eitt slíkt gjald kundi fingið fólk at selt fyri at sloppið undan útreiðslunum, halda tingfólk.

Uni Rasmussen er samdur í hesum, tí sum støðan er nú, eru tað fleiri kommunur sum í roynd og veru hava útreiðslur av húsum, uttan at fáa eina krónu í skattainntøkum frá eigarunum.

Eisini Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, taka undir við hesum. Hetta liggur beint til høgrabeinið, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin. Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, minti á, at hetta er ein gamal travari, sum tey hava tosað um í nógv ár, men enn var einki komið burtur úr.