Jóannes Johannessen, Jóannes í Miðstovuni róptur, plagar at lata fólk á garðinum fletta nøkur lomb, meðan Eplafestivalur er í Trøðum. Garðurin Inni á Fløtum liggur nakað innan fyri sjálvt festivaløkið, men tað tekur onga tíð at koyra ella spáka sær ein túr inn á garðin.
- Fólk eru vælkomin á garðin, meðan flett verður. Vit plaga at hava eitt tjald uppi, har vit selja nýupptikin epli, gularøtur og ymiskt annað grønmeti.
Bóndin sigur, at einar tveir ella tríggjar dagar fyri Eplafestivalin plaga tey at fletta nøkur lomb, og síðan verður selt burtur av hesum, meðan festivalurin er. - Tað er ikki verri, um krovini sleppa at hanga uppi nakrar fáar dagar. Tá verður kjøtið moyrari, tá tað verður koyrt í ovnin.
Jóannes í Miðstovuni sigur, at nú Eplafestivalur verður, er tað serliga lambskjøt, hann hugsar um. - Vit fletta eisini javnan neyt, men beint nú hava vit einki neytakjøt. Hann sigur, at um fólk hava áhuga fyri neytakjøti, kunnu tey gera vart við seg, og so fáa tey kjøt, tá vit fletta neyt aftur - alt eftir, hvussu langt kjøtið røkkur.
##med2##
Bóndin sigur, at eplagrøðin hevur verið hampilig í ár, men kanska gjørdist tað nakað turt í byrjanini av summarinum. - Vit hava bæði gularøtur, vanligar kolrabirøtur, reyðrót, garðakál, grønkál og purrur, og eg haldi, at grønmeti annars hevur vaksið heilt væl í ár, sigur hann.
Jóannes í Miðstovuni sigur, at Eplafestivalurin er eitt hugnaligt tiltak, sum savnar nógv fólk í Trøðum. - Vit plaga ikki at fara heim í Traðir fyrr enn um kvøldið, tá borðhaldið verður, tí gjarna er nógv fólk á garðinum, meðan dagur er.
Tað er í morgin, leygardagin 28. september, at Eplafestivalur er í Trøðum á Sandi.