Fólkaatkvøða í apríl um Icesave

Íslendska innanríkisráðið boðaði í dag frá, at fólkaatkvøðan um Icesave-lógina verður tann 9. apríl. Altingið samtykti lógina við 44 atkvøðum fyri og 16 ímóti, men av tí at Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sýtti fyri at staðfesta lógina, verður hon løgd út til fólkaatkvøðu.

Hetta er aðru ferð, at íslendingar skulu siga sína hugsan um, hvussu Ísland skal endurrinda Bretlandi og Niðurlondum skuldina, sum tey bæði londini átóku sær, tá netbankin Icesave fór av knóranum í oktober í 2008.

Í fjør vrakaði ein stórur meiriluti avtaluna við bretar og niðurlendingar, men í vetur eydnaðist tað at fáa eina nýggja avtalu, og hon verður ætlandi góðtikin. Sambært meiningakanningum fara umleið 57 prosent at atkvøða fyri Icesave-lógini hesaferð.