Fólkaflokkurin bjóðar Dansk Folkeparti á vitjan

Fólkaflokkurin í Havnini, tað er Havnar Framburðsfelag, hevur bjóðað Søren Espersen, formanni í uttanríkispolitisku nevndini í Fólkatinginum til Føroya. 

 

Hetta er kanska at tulka sum eitt mótspæl til teir báðar føroysku fólkatingslimirnar, Sjúrð Skaale og Magna Arge, sum fríggjadagin skipaðu fyri ráðstevnu um yvirtøku av útlendingamálum.

 

Tað er júst av hesi orsøk, at líkt er til, at útlendingamál vera yvirtikin seinni í ár, at Havnar Framburðsfelag hevur bjóðað Søren Espersen til Føroya. Felagið vísir á, at í Føroyum hava vit hvørki integratiónslóg ella neyðuga tilbúgving at taka móti flóttafólkum.

 

Felagið hevur tí bjóðað Søren Espersen til Føroya, at lýsa, hvørjar veruligu avbjóðingarnar á útlendingaøkinum eru.

- Danmark er ávegis til at missa síni norðurlendsku eyðkenni og hevur risa avbjóðingar av teimum muslimsku parallelsamfeløgunum, har harðskapur og kvinnukúgan er gerandiskostur, skrivar felagið undir yvirskriftini Føroyar sum margmentað Sharialand. Harvið skuldi tónin á fundinum verið settur.