Fólkaflokkurin førir pennin

Við Janusi Rein er Fólkaflokkurin størsti flokkur á løgtingi og eisini í samgonguni, samstundis sum leikluturin hjá Miðflokkinum viknar tilsvarandi. Samstundis er greitt, at sterki maðurin í føroyskum politikki er Jørgen Niclasen

- Míni hjartamál eru og vera framhaldandi fíggjar- og búskaparmál.
Tað segði Janus Rein, tá hann fyrrapartin hósdagin grundgav fyri, hví hansara politiska framtíð liggur í Fólkaflokkinum.
Aftan fyri útsøgnina liggur eitt lyfti um, at Janus Rein verður limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, líka so skjótt sum fíggjarlógin fyri 2014 er samtykt í løgtinginum.
- Vit gera eina rokadu við nevndarsessunum á nýggjárinum, sigur Jørgen Niclasen.
Og sjálvur leggur nýggi fólkafloksmaðurin diplomatiskt afturat:
- Ein fíggjarlóg verður løgd fyri løgtingið í nærmastu framtíð. Og eg haldi tað vera mest natúrligt, at tey sum hava arbeitt við hesi fíggjarlógini, eisini fáa høvi at koyra hana í gjøgnum løgtingið, sigur Janus Rein.
Tað liggur í kortunum, at Janus Rein fær fíggjarnevndarsessin hjá Jákupi Mikkelsen, sum so afturfyri fær sessin hjá Janusi Rein í Vinnunevndini. Men skiftið verður sum nevnt ikki gjrøt fyrr enn á nýggjárinum.
Harvið er Janus Rein við at byggja sær ein politiskan pall at standa á. Hann skal vera maðurin við fíggjarliga innlitinum og tungu meiningunum. Sambandsflokkurin hevur Bárður Nielsen, Tjóðveldi Kristinu Háfoss og Javnaðarflokkurin Eyðgunn Samuelsen. Nú fær Fólkaflokkurin so sín Janus Rein, ið skal føra orðið floksins vegna í fíggjar- og búskaparligum málum.
Jørgen Niclasen fæst ikki at viðganga, at flokkurin hevur manglað ein slíkan profil. Men rósandi orðini til nýggja tinglimir eru ikki so fá.
- Vit í flokkinum halda, at Janus Rein hevur serliga góð evni innan fíggjar- og búskaparmál. So vit hava hugsað, at tað er har, ið vit vilja brúka hansara dygdir. Eg haldi ikki, at Fólkaflokkurin hevur manglað nakað, men at fáa ein persón aftur at við slíkum dygdum, tað er í hvussu er ein styrki, sigur Jørgen Niclasen.

Ávirkan
Janus Rein fekk 250 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum 29. oktober 2011. Hann varð nývaldur løgtingslimur fyri Framsókn, næstur á listanum eftir Poul Michelsen. Men bara 11 mánaðir seinni kom vátt í reiðrið teirra millum, og Janus Rein gjørdist uttanflokkatingmaður. Síðani tá hevur Janus Rein traðkað varliga, hann hevur ikki verið nógv at sæð millum andstøðuflokkarnar, men hevur í fleiri førum ligið rímuliga tætt upp at samgonguni.
Janus Rein vil ikki kennast við, at hann hevur brotið nakað lyfti móti teimum, sum fyri minni enn tveimum árum síðani valdu hann á løgting fyri Framsókn.
- Tey, sum valdu meg á løgting, valdu meg sum tann persón, ið eg nú einaferð eri. Eg eri tann sami, bæði tá eg var í hinum flokkinum, tá eg var uttanflokka og nú eg eri í Fólkaflokkinum, sigur Janus Rein.
Hinvegin vil hann sum politikari hava ávirkan. Og Janus Rein sigur seg vera sannførdan um, at her er Fólkaflokkurin rætta valið.
- Ein og hvør flokkur er myndaður av teimum persónum, sum eru í flokkinum. Og nú kanst tú so siga, at Fólkaflokkurin eisini verður myndaður av mær. Fólkaflokkurin er størsti flokkur og hartil stjórnarberandi, so er tað greitt, at her fái eg ávirkan á samgonguni. Og harvið fái eg eisini møguleika at ávirka gongdina í føroyska samfelagnum, argumenterar Janus Rein.
Sambært Janusi Rein var tað eitt lætt val fyri seg at fara upp í Fólkaflokkin.
- Eg eri ein liberalur og borgarligur sjálvstýrispolitikari. Og tá alt kemur til stykkis, so er tað í Fólkaflokkinum, at eg hoyri heima, sigur Janus Rein avgjørdur.
Nýggi fólkaflokstingmaðurin ásannar, at sum partur av einum stórum flokkin gerst hann partur av eini eind, har eisini hann skal ganga upp á kompromis.
- Tað merkir, at tú gevur og tú fær. Eg komi at fáa nøkur av mínum sjónarmiðum ígjøgnum, og eg komi eisini at boyggja meg fyri sjónarmiðum hjá hinum í flokkinum. Soleiðis er tað, sigur Janus Rein.

Telvingin
Avgerðin hjá Janusi Rein um at fara upp í Fólkaflokkin gjørdist almenn, eina viku eftir at Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður, og bara tríggjar dagar eftir at flokkurin formliga fór úr samgonguni.
Avgerðin broytir fortreytirnar fyri telvingina um málsøkið hjá Kára P. Højgaard. Tí nú er Fólkaflokkurin við sínum níggju tinglimum størsti flokkur í samgonguni, og samstundis er Miðflokkurin viknaður tilsvarandi. Miðflokkurin stóð annars til at eiga seytjandu og avgerandi atkvøðuna undir samgongumeirilutanum, tá Sjálvstýrisflokkurin fór burtur úr.
Tað tykist tó greitt, at løgmaður í eina tíð hevur vitað, hvat var í umbúna millum Fólkaflokkin og Janus Rein. Tað er ein av orsøknum til, at bíðað hevur verið við at avgera lagnuna hjá Innlendismálaráðnum.
Og løgmaður stóð eisini við opnum ørmum, tá uttanflokkatingmaðurin kom upp í samgonguna:
- Eg haldi at Janus Rein er ein fongur, fyrst og fremst fyri Fólkaflokkin, men eisini fyri samgonguna, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hvørki løgmaður ella formaðurin í Fólkaflokkinum vilja seta orð á lagnuna hjá tí Innlendismálaráði, sum Kári P. Højgaard stóð á odda fyri í 22 mánaðir.
- Vit eru tríggir flokkar í samgonguni. Og mín høvuðsuppgáva er at syrgja fyri, at allir flokkar kenna seg væl í samstarvinum. Eg havi alla tíðina sagt, at tá hendan vikan er liðug, siti eg allar helst ikki við innlendismálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann vísir ikki aftur, at Innlendismálaráðið verður avtikið sum serstakt aðalráð og ymsu uppgávurnar flutt undir hini landsstýrisfólkini.
- Tað er absolutt ein møguleiki, men vit eru ikki komin á mál enn, sigur løgmaður.

Stabiliteturin
Jørgen Niclasen, sum nú er formaður fyri landsins størsta flokki, brúkti hósdagin stóra orku til at vísa á, at avgerðin hjá Janus Rein er við til at tryggja stabilitet.
- Hetta tryggjar stabilitet undir samgonguni, og tað hevur størsta týdningin, sigur Jørgen Niclasen.
Og tað er ein formaður við sjálvsáliti, sum nú tosar um stabilitet, eftir at hansara flokkur einsamællur hevur meiriluta saman við Sambandsflokkinum.
- Eg tók við sum formaður í Fólkaflokkinum í 2007, og tá vóru vit fjórstørsti flokkur. Síðani hava vit arbeitt okkum upp eftir, og eru nú størsti flokkur. Tað er sera hugaligt, sigur Jørgen Niclasen, áðrenn hann vendir aftur til stabilitetin og telvingina um valdið í samgonguni:
- Vit eru størsti flokkur, og tað sleppa hinir flokkarnir ikki undan at fyrihalda seg til. Vit hava tryggjað ein stabilitet undir samgonguni, sum er minst líka góður sum frammanundan, og sjálvandi má tað telja við. Men telvingin um málsøkjabýtið í samgonguni fer fram í Tinganesi, og har verður hon verandi, sigur Jørgen Niclasen, sum ikki vil seta orð á møgulig krøv frá Fólkaflokkinum.
Formaðurin í Fólkaflokkinum kann við sínum níggju løgtingslimum einsamællur tryggja løgmanni sín samgongumeiriluta. Samgongan, sum byrjaði valskeiðið við fýra flokkum, kann í prinsippinum halda fram, einans við teimum báðum stóru, borgarligu flokkunum. Tað setir Jørgen Niclasen í eina lyklastøðu restina av valskeiðnum.