Fólkaflokkurin manipulerar við tølum

Tey, sum hava hug at eftirkanna ósanna pástandin hjá fólkafloksmanninum Bjarna Djurholm um, at rakstrarútreiðslurnar eru øktar 355 mió.kr. eftir einum ári, kunnu hyggja í ein faldara, sum embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum hava skrivað. Har kann staðfestast, at rakstrarútreiðslurnar í veruleikanum eru øktar 206 mió.kr

Byrjandi valstríðið í Føroyum fevnir tíverri um eitt kríggj um tøl. Seinasti leikurin hjá Fólkaflokkinum er at reingja tøl um rakstrarútreiðslurnar hjá føroyska samfelagnum. Tíbetur kunnu veruligu tølini skjalprógvast av óheftum keldum.

 

Djurholm manipulerar

Í grein í bløðunum leggur Djurholm undirritaða undir at hava økt rakstrarútreiðslurnar við 355 mió. kr. ella 9,5 prosentum eftir einum ári.

Staðfestast kann, at landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum velur ikki at halda seg til sannleikan. Í staðin manipulerar hann við tølunum.

 

Objektiv tøl finnast

Tað kann vera torført hjá fólki at finna fram til røttu tølini, og tað er helst hetta, Djurholm roynir at gera sær dælt av við sínari talmanipulatión.

Tíbetur framleiða embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum á hvørjum ári ein faldara, har tey týdningarmestu tølini eru savnað, og embætisfólkini gera viðmerkingar til tølini.

Framleiðslan av faldaranum fer fram púra leyst av politiska myndugleikanum.

Faldarin er at finna á HYPERLINK "http://www.fmr.fo" www.fmr.fo, og tú skal hyggja undir teigin ‘Fíggjarlóg’.

 

Veruligu tølini

Niðanfyri eru árini 2007 og 2008 endurgivin úr talvuni á síðu 34 í faldaranum. Býtið millum rakstur og løgur er soleiðis, at meðan raksturin veksur við 206 mió. kr. minka løgurnar og rentuútreiðslurnar við 105 mió. kr. Vøksturin í útreiðslunum tilsamans er tískil 101 mió. kr.

Sostatt er langt millum sannleikan og tær 355 milliónirnar hjá Djurholm. Best og rættast hevði verið, um Djurholm helt seg til sannleikan.

Fyri rættleikans skyld skal tó viðmerkjast, at ætlanin er at brúka aðrar 65 mió. kr. í løgum, uttanum fíggjarlógina hjá landskassanum, at útbyggja flogvøllin við.

 

Mió. kr. (netto)

2007

2008

Vøkstur 2007-8

Rakstur

3.875

4.081

206

Løgur

288

195

-94

Rentur

9

-2

-11

Tilsamans

4.172

4.273

101

Í prosentum

 

 

2,4

 

Vøksturin í lagi

Ein kann tó framvegis halda, at ein vøkstur í rakstrinum á 206 mió. er ov nógv, men her skulu vit minnast til, at nøkur serlig viðurskifti, sum eisini eru nevnd á síðu 35 í faldaranum, hava stóra ávirkan á raksturin í 2008.

Hetta er MVG-stuðul til sethúsabygging, rentustuðulin og FAS-skipanin. Tilsamans ávirka hesi trý viðurskifti rakstrarútreiðslurnar við væl oman fyri 50 mió. kr.

Eftir eru sostatt umleið 150 mió. kr., sum fyri stóran part eru lønir. Um vøksturin skuldi verið minni, hevði verið neyðugt at sagt fólk úr starvi. Hvørji skuldi tey verið? Lærarar úr fólkaskúlanum? Starvsfólk í ellisheimum og sjúkrahúsum? Ella skuldu vit í staðin minka pensiónirnar? Tað kundi verið áhugavert at hoyrt sjónarmiðini hjá Fólkaflokkinum um hetta!

Hetta hevði ikki samsvarað væl við, at vit eru noydd til at gera meiri við PISA-trupulleikan og eldraøkið. Tí er eingin ivi í míni verð, at vøksturin, sum er rættiliga væl minni, enn Djurholm postulerar, er í lagi.

 

Fólkaflokkurin rennur undan ábyrgd

Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, og harvið allur flokkurin, hevur nú annars verið alment frammi í Degi og Viku og staðfest tað, sum onnur hava vitað leingi. Nevniliga, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við einum ábyrgdarfullum búskaparpolitikki, har vit fylla goymslurnar í góðum tíðum fyri at hava nakað til at taka, um tíðirnar gerast verri.

Hetta undrar neyvan nakran, ið hevur samstarvað við Fólkaflokkinum. Hinvegin er gott at fáa tað staðfest alment.