Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin farnir í eljustríð???

Í tíðindasendingunum hóskvøldið frættist, at álvarsamt stríð hevur tikið seg upp millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin ? ja ein fekk næstan fatan av, at krígsstøða hevur tikið seg upp millum hesar flokkar ? spurningurin var bara nær skotriðurnar fóru at hoyrast.

 

Onki er at ivast í, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin standa í eini sera spentari støðu upp undir fólkatingsvalið ? hesir flokkar kunnu ikki koma uttan um, at teir ikki hava Føroya fólk aftan fyri seg í fullveldismálinum ? hetta siga mongu veljarakanningarnar, sum verið hava um henda álvarsama spurning.

At tað má svíða sárt hjá hesum báðum flokkum, at Føroya fólk ikki tekur undir við høvuðsmáli teirra seinastu árini ? nevniliga fullveldismálinum, er eyðvitað, og tí ræður nú um at finna snildar leiðir til tess at vinna veljarafjøldina aftur til fólkatingsvalið.

Alt bendir nú á, at hesir flokkar hava gjørt avtalu um at vera ósamdir í valstríðnum upp til fólkatingsvalið fyri á hendan hátt at skapa falskan spenning millum veljarar teirra ? samstundis sum hetta skal vera við til at leiða huga føroysku veljaranna burtur frá hinum flokkunum ? alt skal síggja út sum valstríðið einans er millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin ? tað er bert fyri hesar flokkar, at fólkatingsvalið fer at snúgva seg um.

Havandi í huga politisku gongdina seinastu árini, meðan Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ímóti viljanum hjá stórum meiriluta av Føroya fólki hava brotið niður stóran part av aldargamla ríkisfelagsskapinum og nú framhaldandi við ódámligum snildum royna at vinna veljarafjøldina til fólkatingsvalið, so er tíð at rópa hart varskó til Føroya fólk um at vera á varðhaldi.

Allir samríkishugaðir føroyingar mugu nú standa fast saman um at verja borg ? Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin mugu ikki fáa loyvi at bróta meira niður enn teir higartil hava gjørt.

Samríkismenn og -kvinnur, takið lógvatak saman við Sambandsflokkinum, so flokkurin aftur fær sæti á Fólkatingi og harvið møguleika at menna samstarvið aftur í ríkisfelagsskapinum.