Endamálið við búskaparsemjuni er, at allir flokkar taka undir við at seta tiltøk í verk, soleiðis at hallið á fíggjarlógini verður burtur um fýra til seks ár. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, segði á landsfundi Fólkafloksins um vikuskiftið, at ein búskaparsemja skal gerast millum allar flokkar, soleiðis at hallið á fíggjarlógini verður burtur um fýra til seks ár.
-Allir flokkar hava ábyrgdin av, at hallið á fíggjarlógini er so stórt. Tí mugu eisini allir flokkar verða við í upptakinum, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum við Rás2.
Dýrast at fara til arbeiðis
Jørgen Niclasen greiddi eisini frá, at tað í Føroyum er sera dýrt at liva, og tað dýrasta er at fara til arbeiðis. Við næststørsta skattaprosentinum í heiminum, kann Løgtingið ikki leggja fleiri avgjøld og skattarokningar til húsarhaldini, segði Jørgen Niclasen millum annað.
-Vit mugu miðja eftir, at skatturin í Føroyum skal lækkast munandi í framtíðini, soleiðis, at tað loysir seg at arbeiða, sigur Jørgen Niclasen, sum tó ikki væntar, at hetta verður gjørt í nærmastu framtíð.