-Eg trúgvi ikki, at nakar verður kløkkur, tá eg sigi, at eg eri ímóti loysing, sum er tað sama sum fullveldi sigur fyrrverandi løgmaður fyri sambandsflokkin Pauli Ellefsen, nú vit biðja hann um eina viðmerking til samráðingarnar í Keypmannahavn og gongdina í hesum máli.
-Eg kann annars bert siga, at tað kemur greitt til sjóndar, at Nyrup hevur bæði danska fólkatingið og í størri og størri mun danska fólkið aftanfyri seg. Føroyingar skulu tí gera upp við seg sjálvar, um vit vilja taka fulla stigið og gjalda fyri tað. Tá tað snýr seg um skiftistíðina, so er mín meting tann, at 5 ár er ein sera long skiftistíð. Fyri mær at síggja er blokkurin als ikki nakar stuðul. Hann er ein avtala og skylda, sum Danmark hevur til at gjalda ein ávísan part av felagsútreiðslunum.
Pauli Ellefsen vísir m.a. á, hvat Anders Fogh Rasmussen og aðrir Vinstrimenn hava sagt, at føroyingar mugu gjarna yvirtaka, men tá mugu føroyingar eisini gjalda. Út frá filosofiini um at blokkurin ikki er ein gáva men ein skylda og ein rættur, so meini eg, at tað átti als ikki at verið talan um nakra skiftistíð. Tá er tað ístaðin spurningurin um, at vit yvirtaka frá tí og tí degi og gjalda samtíðis fyri tað.
-Tað eru mong, sum siga, at blokkurin avlagar føroyska búskapin og forðar fyri eini náttúrligari menning?
-Eg eri ósamdur. Grundgevingin er tann, at vit skulu fáa ta hálendsku sjúkuna. Og hon er eyðkend við, at lønirnar blíva ov høgar. Og lønirnar í Føroyum eru nettupp nógv lægri enn í Danmark. Tí meini eg, at tað er einki sum vísir, at blokkurin hevur avlagað búskapin. Blokkurin hevur gjørt, at vit eru fleiri føroyingar í Føroyum, enn vit høvdu verið, um vit ikki høvdu blokkin.
Fyrrverandi sambandsløgmaðurin vísir á, at tað snýr seg so sanniliga ikki bara um blokkin. -Nakað annað er ríkisborgararætturin og rættindini í Danmark, og tey telja í míni verð enn meira enn blokkurin.
-Nú vísir tað seg sum ein partur av rákinum er at fáa okkum størri sjálvstýri. Hevur tú ikki sjálvur nakran tjóðskaparliga stoltleika, sum sigur tær, at her mugu broytingar til?
-Eg havi sjálvur havt ta æru at siga í løgmansstólinum í fýra ár. Frá okkara monnum hoyra vit nú, at teir verða trýstir av øðrum og at teir ikki vilja finna seg í tí osfr. Tey fýra árini í Tinganesi upplivdi eg ongantíð at verða trýstur av dønum. Trýstið, sum lá á okkum, kom frá ES. Og tað hevði verið uppaftur størri, vóru vit ikki í ríkisfelagsskapi. Eg veit ikki, hvat tað er man vil sleppa at betemma sjálvur. Man tosar um ST og annað. Eg havi verið har í ein mánað, og kann als ikki síggja, at vit føroyingar hava nakran stóran leiklut at spæla sum sjálvstøðug tjóð í ST. Eg síggi einki virði í. Eg fari ikki út um morgunin og stari meg blindan í nationalismu og tí føroyska flagginum. Flaggið er eitt symbol uppá Føroyar. Skuldu føroyingar gjørt sær fyri skommum, so gongur tað út yvir flaggið. Flaggið ger okkum ikki fyri skommum.
Pauli Ellefsen heldur annars, at møguleikin fyri eini skilagóðari loysn í øllum hesum málinum er tann, at javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin finna eina semju og síðani fara út og finna sær ein meiriluta fyri tí. Td. at fáa fólkaflokkin ella sjálvstýrisflokkin við í einum ella øðrum kompromii.
-Men verður tað loysing, so ivast hann ikki í, at tað verður hópútflyting úr Før-oyum. -Vit hava jú royndirnar frá fyrst í 90-unum. Tá fóru 7.200 føroyingar av landinum, aftaná at vit høvdu fingið 3 mia. eyka inn í skipanina.
-Men heldur tú ikki, at føroyingar eru so tjóðskaparliga stoltir, at teir fegnir vilja lata nakað av vælferðini fyri at kunna gerast sjálvstøðugir?
-Nei. Vit hava fleiri dømi um, at hetta er ikki so. Tí var tað støðan, so skuldu teir longu nú havt sett lønirnar niður. Vit sóu eisini, hvat fiskimenninir gjørdu nøkur ár herfyri. Teir søgdu, at fingu teir ikki ein eyka skattalætta, so tóku teir konu og børn til Noregs. Eg trúgvi ikki uppá, at føroyingar fara at góðtaka uppá sikt at hava tað nógv verri enn fólkið í grannalondunum. Og tað, sum kann loysa upp fyri hesum, skulu vit hava loysing, er tann, at umleið 15.000 til 20.000 føroyingar flyta. Tá kann restin hava tað rímuliga gott.
Annars heldur fyrrv. sambandsløgmaðurin, at orðaskiftið er vorðið meira seriøst nú. -Í dag finnur tú nevniliga ikki ein búskaparfrøðing, sum ikki sigur, at vit missa nógv, um vit loysa. Landsstýrið sigur, at teir vilja ikki gera nakað, sum ger, at føroyingar verða ótryggari. Men hvussu tú skal taka helvtina av búskapinum úr einum landi, og garantera fyri, at føroyingar eru líka flinkir, tað er nakað, sum fer forbí mín forstand.
Tað, sum Pauli Ellefsen annars er mest fegin um eftir hetta samráðingarumfarið, er, at tað er komið so týðuliga fram, hvørji rættindi vit missa, um vit sleppa ríkisfelagsskapinum.
-Hevur landsstýrið ein trupulleika, um danska stjórnin ikki vil víkja frá skiftistíðini uppá 4 ár?
-Tað skal bara út og siga Føroya fólki, at innan hesa tíð er helvtin av búskapinum vekk, og áttu teir út frá tí at sett fólk til at rokna nærri út, hvat tað merkir.