Fólkafráflyting: torir landsstýrið at gera tað rætta?

Skattakrónur í milliardaklassanum skulu komandi fáu árini setast í fleiri tunlar og í uppaftur meira asfalt og betong. Hetta vita samgonguflokkarnir, ið nú siga seg umhugsa, hvussu fígging skal útvegast til tiltøk fyri at skapa fólkavøkstur. Flokkarnir hava longu sjálvir prioriterað tunlar og betong fram um vitan, fólkavøkstur og menning. Spurningurin er, um reellur politiskur vilji er í landsstýrinum til at gera tað rætta: taka part av pengunum frá tunlum og betongi til frama fyri bráneyðugar íløgur í fólkavøkstur

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
-----

Almenna rúmið kókar.

Heildarætlanin um fólkavøkstur er komin út.

Róp er komið í, og í miðlunum flýtur yvir.

Politikarar, leik og lærd standa í langari røð.

Øll hava boð uppá, hvussu ung, kvinnur og tey við góðum útbúgvingum í størri mun fáast at støðast her í landinum.

Kjakhøllir fyllast við fólkum, ið vilja skifta orð um fólkavøkstur.

Øll eru glað.

Hetta er spennandi.

Hagar piparið grør
Í politiska veruleikanum, handan tjaldið, er myndin tó eitt sindur øðrvísi.

Har fer fram ein annar leikur, og mong eru, sum ikki fegnast um heildarætlanina við sínum 37 tilmælum.

Í flestum flokkum munnu vakstrarhugskotini koma illa við hjá summum.

Hjá einstøkum politikarum við stórari ávirkan kemur heildarætlanin beinleiðis tvørt fyri.

Og summi ynskja hana heilt hagar, ið piparið grør.

Tað má kortini ikki sigast hart. Onkursvegna er tað longu vorðið politiskt ókorrekt at vera ímóti heildarætlanini um fólkavøkstur.

Sjómanstak um fíggjarkarmar
Tað er ikki heildarætlanin og tey 37 tilmælini í sjálvum sær, ið eru trupulleikin.

Avbjóðingin er, at heildarætlanin og átøkini fyri fólkavøkstri ganga ímóti prioriteringum í fíggjarkørmunum fyri komandi árini.

Kagar tú í kalendaran, sært tú, at tað eru bert 10 dagar ímillum almannakunngeringarnar, fyrst av fíggjarkørmunum og síðani heildarætlanini.

Fíggjarkarmarnir fyri árini 2014-2018 komu út 26. mars, og heildarætlanin um fólkavøkstur varð almannakunngjørd 10 dagar seinni, tann 5. apríl.

Nærliggjandi er at spyrja, hví hesir báðir týðandi tættirnir ikki vórðu samskipaðir og t.d. almannakunngjørdir um somu leið?

Hví taka fíggjarkarmarnir ikki hædd fyri íløguuppskotum í heildarætlanini? Ella øvugt?

Orsøkin skal helst finnast handan politiska leiktjaldið. Summi vilja helst sleppa undan at taka atlit til heildarætlanina. Tí hevði tað høgan prioritet at leggja fíggjarkarmarnar fastar og seta teir væl og virðiliga á dagsskrá, áðrenn heildarætlanin fór við allari dagsskránni, sum vit nú síggja.

Nú skal so eitt politiskt sjómanstak takast um hana.

Vinnarin av sjómanstakinum fer at gera av, um heildarætlanin skal fáa pláss í fíggjarkørmunum.

Yvirskot ella hall í 2016?
Springandi punktið er blivið, um avlop skal vera á landsins fíggjarlóg í 2016 ella ikki.

Øðrumegin stendur formaðurin í Fólkaflokkinum. Fleiri lýsa hann sum sterka mannin í landsstýrinum, og hann krevur avlop á budgettið um 3 ár.

Onnur hava eina meira pragmatiska tilgongd til spurningin um avlop í 2016, meðan upp aftur onnur beinleiðis mæla til lántøku í milliardaklassanum fyri at fíggja vakstrartilmælini.

Sum ikki einaferð er rúkandi ósemja um kósina.

Í londum við búnum politiskum siðvenjum og veruligari stýring hevði ein stjórnarsamgonga fyri langari tíð síðani havt avstemmað politikkin og lagt vakstrartiltøk inn í fíggjarkarmarnar.

Tað er ikki tilfeldið hjá okkum. Her rekur man í nógvum førum hovsa-politikk.

Landsins ovasta leiðsla hevur boðað frá, at nú - aftaná at fíggjarkarmarnir eru lagdir - fara flokkarnir heim at umhugsa, hvussu fígging skal útvegast til sumt av tí, sum stendur í heildarætlanini um fólkavøkstur.

Henda "umhugsan" er eitt sindur pátikin, tí júst hesi somu, ið nú skulu í "tonkiboks", taka undir við, at prioriterað tunlar, asfalt og betong fram um so nógv annað.

Fólk mugu sjálvi meta um, hvørt hetta er tann seriøsi arbeiðsmátin.

Brúk fyri avbalanseraðari loysn
Ímeðan samgongan er farin heim at "umhugsa", kundu vit spurt: hvat er best fyri Føroyar?

Støði má sjálvandi takast í veruleikanum, vit føroyingar liva í.

Í stuttum er støðan, at samstundis sum fráflytingin hóttir, so er fíggjar- og búskaparstøðan í landinum eisini hóttandi.

Taka vit tað búskaparliga fyrst, so átti javnvág langt síðani at verið komin á fíggjarlógina.

Tølini vísa, at BTÚ - tann samlaða virðisskapanin í Føroyum - er vaksandi. Tó eru støðug hall á fíggjarlógini ár undan ári, og uttanlandsskuldin økist av tí sama. Og færri fólk eru í landinum at gjalda vaksandi rokningina.

Hetta kann ikki halda fram.

Tí man fíggjarmálaráðharrin hava grein í sínum máli, tá ið hann argumenterar fyri, at avlop skal fáast á aftur fíggjarlógina í 2016.

Nokk at fara eftir
Hinvegin er ikki ráðiligt at lata fólkafráflytingina halda fram ótálmaða.

Fleiri av tilmælunum í heildarætlanini um fólkavøkstur eru skilagóð og eiga at verða sett í verk.

Hetta krevur sum vera man fígging, og pengarnir eiga at verða tiknir av "betongbudgettinum".

Har er nokk at fara eftir.

Bert í 2014 eru 323 mió. kr. í løgukarminum hjá tí almenna. Tað nógva av hesum eru anleggsútreiðslur, sum væl kundu farið til at styrkja útbúgving í Føroyum, herundir at byggja upp eitt nýmótans altjóða universitet.

Løgukarmurin kann soleiðis broytast, uttan at arbeiðsskapandi effektin t.d. í byggivinnuni hvørvur.

Umseta betong til fólkavøkstur
Sum heild kann nógv asfalt og betong umsetast til vakstrartiltøk eftir heildarætlanini.

Roknar man leysliga eftir, ætlar ABDH-landsstýrið at brúka eina rættiliga stóra milliardaupphædd komandi árini til íløgur í tunlar betong, vegir og bygningar. Omaná kemur so rakstur fyri hópin av almennum skattakrónum.

Við øðrum orðum er nógv at fara eftir til eina heildarætlan, sum - alt íroknað - kostar 700 mió. kr.

Ongin sigur, at øll heildarætlanin skal fremjast, men ongin umbering er fyri at lata vera við at gera tað rætta, sum kann vera við til at steðga fólkafráflytingini.

Øll eygu eru nú vend móti teimum, sum eru farin í "tonkiboks".

Vit bíða øll eftir, hvør man fara at vinna sjómanstakið, tá ið "umhugsanin" úti í flokkunum er liðug.

Tá fáa vit at síggja, um reellur politiskur vilji og dirvi eru til at gera tað rætta fyri Føroya land.