Fólkafundur:

200 ár eru liðin síðani Nólsoyar Páll bygdi Royndina Fríðu og verður tískil skipað fyri fólkafundi á jóansøku, har Torbjørn Jacobsen heldur røðu

Sunnudagin klokkan 14 er fólkafundur á Fløtuni Fríðu. Tað var har Nólsoyar Páll og aðrir bygdu Royndina Fríðu, ein varði í føroyskari siglingarsøgu.
                      Tað eru í ár 200 ár síðani hesa stórhending, sum fór fram á Fløtuni Fríðu í Vági. Fyri at minnast hetta, verður fólkafundur hildin og røðari á fundinum verður Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður.                      Aftaná er café umborð á Johonnu.