Mikudagin í næstu viku fólkafundur í KÍ-høllini um ætlaninar hjá landsstýrismanninum, at tunnilsgjald skal vera fyri at koyra gjøgnum undirsjóartunlarnar, eftir at eir eru útgolnir.
Ansgar Hansen, sum hevur tikið stig til fundin, sigur, at óast verandi lóggáva greitt sigur, at tunnilsfeløgini skulu avtakast, so arbeiðir landsstýrismaðurin nú við ætlanum um at broyta lógina.
Við á fundinum í KÍ høllini verða umboð fyri landsstýrið, tingfólk úr norðoyggjum, vinnulívsfólk úr Norðoyggjum og harafturat umboð úr Vágunum og Suðuroynni.
Talan verður um ein pallborðsfund, har høvið verður at koma við viðmerkingum og spurningum úr salinum.