Elin Lindenskov
býráðslimur
www.lindenskov.com
?????????
Minnilutin kærdi í februar 2003 meirilutan í Tórshavnar býráð til kommunala eftirlitið. Vit kærdu fyri teirra arbeiðshátt, sum als ikki virdi fólkaræðið.
Meirilutin vildi ikki leggja stórmál fyri býráðið at taka støðu til. Tey vildu avgreiða eitt nú bygging av barnagørðum og øðrum stórum ætlanum í nevndum - uttan um býráðið.
Dømi, vit kærdu um, kostar skattaborgarunum 10,5 mió. kr.
Meirilutin ætlaði at avgreiða málið í mentamálanevndini, uttan at leggja málið fyri býráðið.
Minnilutaumboðið í nevndini kravdi málið til atkvøðugreiðslu á býráðsfundi, men tað skúgvaði meirilutin av borðinum og avgreiddi málið sum kunningarmál.
Innlendismálaráðið hevur nú svarað okkum. Vit hava fingið viðhald, og harvið vunnið fólkaræðið aftur í býráðnum.
Vit í minnilutanum løgdu dent á, at vit ikki kunna góðtaka, at 5 av 13 býráðslimum skulu taka avgerðir í stórmálum. Hetta er minni enn helmingurin av fólkavaldu umboðunum.
Við at flyta málini úr býráðnum í nevndir at avgera, vildi meirilutin krógva málini fyri borgarunum. Borgarin fær jú ikki innlit í nevndararbeiðið. Tað er bara býráðsarbeiði, sum er alment.
Tað ber ikki til at siga annað um ætlanina hjá meirilutanum, enn at tey ætlaðu at skúgva fólkaræðið til viks.
Vit í minnilutanum eru fegin um, at vit við okkara klagu, hava fingið fult viðhald í okkara pástandum, og harvið hevur fólkaræðið aftur vunnið ein sigur í býráðnum.