Fráflytingin heldur fram at fella og tað ger burðaravlopið eisini.
Hetta er dapra niðurstøðan, nú Hagstovan aftur hevur talt føroyingar.
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at 1. juli í ár var fólkatalið 48.459 og tað er 195 fólk færri enn 1. juli fjør.
Í hesum sama tólvmánaða skeiði vórðu 586 børn fødd og 401 fólk doyðu.
Burðaravlopið var sostatt 185 og tað eru 80 minni enn í undanfarna tólvmánaða skeiði.
Samstundis fluttu 1.651 fólk av landinum og 1.271 fluttu til Føroyar og tað gevur eina nettoflyting av landinum uppá 380 fólk.
Tað eru 104 fleiri enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði.
- Síðstu árini er burðaravlopið, sum er avlopið ímillum fødd og deyð, minkað javnt og samt, sigur Hagstovan.
- So seint sum í 2004 var tað 334 men longu nú er tað komið niður um 200.
- Hetta er eitt ógvusligt fall upp á so stutta tíð, sigur Hagstovan.
Orsøkin er ikki, at føðitíttleikin hjá einstøku kvinnunum í burðarførðum aldri er minkaður so nógv, tí hann er enn ein tann hægsti í Europa.
- Orsøkin er, at tað er minkað so nógv burtur av ættarliðnum av ungum kvinnum í burðarførum aldri.
Hagstovan staðfestir, at tær eru blivnar ov fáar til at kunna halda føðitalinum uppi.
- Fólkatalið minkar, tí fráflytingin er nógv størri enn burðaravlopið.
- Við áhaldandi fráflyting, sum nú er munandi størri enn burðaravlopið, tykist tann skeiva gongdin í fólkatalinum at halda fram og tá ið hetta stendur við í fleiri ár, sum vit nú hava sæð, koma vit inn í eina ónda ringrás, har fráflytingin tekur so nógv burtur av ungu ættarliðunum, at tilgongdin av børnum og ungum verður støðugt minni.
- Eitt er, at tað minkar um fólkatalið, men tað skeiklar eisini aldurssamansetingina í fólkinum millum ung og eldri.
Hagstovan sigur, at enn ber ikki til at siga nakað um hvussu verður í 2012.
- Tann heilt stóri parturin av fráflytingini fer fram beint eftir summarfrítíðina, tá ið ungdómurin fer av landinum í stórum tali.
Tað, sum kann broyta gongdina, er tí helst ein spurningur, um tilflytingin kann verða størri restina av árinum.
Men gongdin fyrsta og annað ársfjórðing í ár boða tó ikki frá nakrari broyting, staðfestir Hagstovan.
Vit hava meiri um hetta seinni í kvøld.