Fólkatalið á útoyggjunum er minkað við 3,60 % frá 1. januar til 1. mai í ár

Størsta minkingin er á Stóru Dímun, har fólkatalið er farið úr 11 niður í 8 fólk. Útoyggjarnar hava tað ikki gott, fólkatalið á útoyggjunum er farið niður við 3,60% frá 1. januar til 1. mai í ár - ein minking uppá 12 fólk fyrstu 4 mánaðarnar í ár.

1. januar búðu tað 333 fólk á útoyggjunum, 1. februar var fólkatalið 329, 1. mars 323, 1. apríl 320 og 1. mai 321. Heldur henda keðuliga gongdin fram, so ganga ikki nógv ár, til tað er øskukalt nógvastaðni. - Men hvat er at gera? - Útoyggjastevnan, sum verður í Mykinesi í vikuskiftinum, kemur møguliga við svarinum.

Í Skúvoy er minkingin 1 fólk, Stóru Dímun 3 fólk, Hestur 2 fólk, Húsar 1 fólk, Svínoy 1 fólk og á Kirkju 1 fólk.

Fólkatalið er óbroytt fyrstu 4 mánaðarnar í: Mikladali Trøllanesi, Syðradali, Koltri og Mykinesi.

Tað er bara Hattarvík har fólkatalið er økt, økingin er 1 fólk.