Fólkatingið samtykt grønlendsku sjálvstýrislógina

Bara Danski Fólkaflokkurin atkvøddi ímóti uppskotinum um at geva grønlendingum sjálvstýri 99 fólkatingslimir atkvøddu fyri grønlendskum sjálvstýri, og 18 tinglimir hjá Danska Fólkaflokkinum vóru teir einastu, sum atkvøddu ímóti.

Aftan á atkvøðugreiðsluna var lítil samkoma á Christiansborg, har fleiri fólkatingslimir nýttu høvi at ynskja teimum báðum grønlendsku tinglimunum tillukku við úrslitinum.

Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður, segði, at hetta er ein stórur dagur, og hann helt fyri, at nú er tað uppgávan hjá tí yngra ættarliðinum at taka við. Í tí yngra ættarliðnum er millum annað hin grønlendski fólkatingslimurin, tann 25 ára gamla Juliane Henningsen. Hon takkaði eisini teimum eldru politikarunum fyri avrikið.