Tað verður ikki fólkatingsval, men vit fara at fáa ein skattalætta til toppskattin.
Tað segði Anders Samuelsen, formaður í Liberal Alliance í Danmark, tá hann hitti fjølmiðlarnar í gjár. Anders Samuelsen hevur hótt við at fella stjórnina, um hon ikki eftirlíkar kravinum frá liberala flokki hansara um at lata millióningum skattalætta.
Í 2025 planini hjá Lars Løkke Rasmussen er uppskot til skattalætta til háinntøkur – men bara upp til inntøkur upp á eina millión krónur um árið. Tað góðtekur Andres Samuelsen ikki. Hann sigur, at millióningarnir skulu eisini hava fimm prosent í toppskattalætta, annars stuðlar flokkur hansara ikki stjórnini meiria.
Ultimativa kravið frá Liberal Alliance hevur ikki undirtøku í Venstre, ikki í hinum borgarligu stuðulsflokkunum – og heldur ikki í andstøðuni.
Samráðingar um ætlanina hjá stjórnini byrja í dag, og tí skal Lars Løkke Rasmussen vísa stórt politiskt kynstur, um hann skal koma á mál – serliga viðvíkjandi kravinum um toppskattalættan hjá Andres Samuelsen.
Hans Engell, politiskur viðmerkjari í Danmark, sigur við Ekstrablaðið í dag, at eitt fólkatingsval nærkast, hóast tað enn ikki er útskrivað.
– Løkke skal leggja nógv góð tilboð á borðið fyri Anders Samuelsen, um hetta ikki skal enda við einum nývali. Tað kann verða uppskot um at lækka partafelagsskattin og annað, sum kann freista Andres Samuelsen so nógv, at hann ikki kann siga nei, sigur Hans Engell.