Fólkið fyri frælsi og fløtaskúmi

Fólkafundurin á ólavsøku leyp væl vælupplagdur beint út í tunga stríðið hjá føroyingum gjøgnum yvirflóð av fløtaskúmi móti frælsi



Mergjaðar røður, speiskir skemtarar, stimbrandi frælsissangir og eitt framúr vakurt summarkvøld í idylliskum føroyskum umhvørvi. Alt var, sum tað skuldi vera á fólkafundinum á doktaragrund úti á Reyni í gjárkvøldið. Og so eitt sindur afturat. Tí rættiliga skjótt lyftu bæði røður og skemt seg upp um tað, vit øll hava hoyrt fyrr við prikum og høggum – ikki minst móti okkum modernaðum hallelujaglobalistum sum ikki síggja frælsi fyri berum fløtaskúmi – við øðrum orðum, vit forvandu og forkelaðu føroyingar, sum halda, frælsi merkir fleiri tindatempul frá Jákup á Dul.


Stórbýrarrúsur í fløtaskúmi

Í øllum førum sambært innovatiónsmanninum Bergur Rosenkranzt (alias Annfinnur Heinesen) sum var komin at geva fundarfólkinum nøkur innovativ hugskot um, hvussu føroyingar kunnu branda seg sjálvan av nýggjum við at krøkja seg í globalu pipelinjuna og selja idéeir og produktir, sum ongin visti av, at tey høvdu brúk fyri. Soleiðis kunnu vit gerast parur av innovatiónssamfelagnum, sum løgmaður júst hevur røtt um í sjálvari løgmansrøðuni, vissaði harra Rosenkrantz um.

Sum eitt tað fyrsta skulu vit øll flyta til Havnar eins og løgmaður og Tobbi, sum hava kent stórbýarrúsin í æðrunum og nú eru vorðnir bundnir av honum. Bygdafólkið sleppur eisni at vera í Havn ein part av árinum. Í øllum førum til tey um summarið skulu sendast út aftur á bygd, har tey skulu vera statistar í einum totalteatri, ið vísir turistum veruligu armóðina hjá føroyingum.

Men ongin orsøk er at missa mótið, helt Rosenkrantz. Globala fløtakakan liggur beint fyri okkara fótum, og nú er bara at eta so nógv av henni, sum vit orka. Jú fleiri føroyingarr vit verða, jú størri verður fløtakakan.


Yvirupphitaður gallskapur

Heilt so bjartskygdur var Johan í Kollafirði ikki. Hann byrjaði við at takka fyri, at so nógv tímdu at vera føroyingar hesa løtuna, sjálvt um tað leingi ikki hevur verið nøkur serlig grund til at vera føroyingur.

Tað er, sum við føroyskum politikki – sum minnir mest um tosið um konufólk umborð á einum saltfiskatrolara – also tos um, tað sum ikki er, hugleiddi Johan, sum annars hevði lisið fleiri bøkur í seinastuni um serføroyska yvirupphitaða gallskapin. Og gullkornini, hann hevði funnið í verkum sum Kejserens nye klær, Prinsessen på ærten og Pigen med svovlstikkerne vóru ikki so fá.


Vit og betrivit

Nýskjaldrini hjá Carl Jóhan Jensen eru eftirhondini ein fastur táttur, tá føroyskt sjálvspei eigur pallin. Aftur hesuferð undirhelt skaldið bæði við sínum sermerkta framburði og hvøssu eygleiðingum – hesuferð av ymsu vitunum ið eru at hóma fyri tíðina, tað veri seg ”vit” also fólkið og so øll hini meir ivasomu vitini, sum samvit, blokkvit, samgonguvit ella onnur forstýrað betrivit – ikki minst fjølmiðlabetrivitini.



Tá vit skapa okkara egna tjóðdag


Tað var Sigri Gaini, yrkjari, ið var høvuðsrøðari á fólkafundinum á ólavsøku í ár. Ì røðuni legið Sigri Gaini út við at hugleiða um, hvat hon kundi ynskt sær, at okkara tjóðarhátíð bar boð um

”Einaferð fer tjóðdagur Føroya at bera boð um annað enn deyða ein norskan kongs.

Tann dagin, tá føroyingar sjálvir velja at sleppa at taka egnar avgerðir í egnum landi, tann dagin, tá vit gera av, at danska ríkisveldið ikki longur skal ráða yvir okkum, okkara lívi, tí tað er í roynd og veru hetta, tað snýr seg um: politiskar avgerðir ávirka hvørt einstaka lív í tí samfelag, har avgerðirnar gera seg galdandi.

Tann dagin fáa vit nýggjan tjóðdag. Og tá, tástani tá, kunnu vit tosa um at yrkja nýggjan tjóðsang. At gera tað nú er ein tanki púra burturvið ... yrkja um hvat? nakrar yvirtøkur her og der? ... Nei, fyrst mugu vit taka frælsi, taka tjóðveldi, síðani kunnu við yrkja um tað og hátíðarhalda tað, segði Sigri Gaini.


Sær sjálvum verstir

Hvussu langt dragast skal út, áðrenn málið um at vinna tjóðveldi verður rokkið, tað er upp til okkum føroyingar sjálvar, tí í hesum máli hava føroyingar verið sær sjálvum verstir, helt Sigri Gaini.

- Tað var ikki gamalt at vera so smáur, at ein legði danir undir hatur, orsaka av egnum máttloysi. Nei, tað vóru føroyingar, ið leflaðu fyri dønum á sinni, ið søgdu loysingarfólk hata danir.

Upplýstir loysingarmenn – og kvinnur – fingu um aldarskifti millum 19. og 20. øld íblástur úr Europa, eisini Danmørk, og settu seg ikki so lágt sum at spilla nakra tjóð út. Tey vistu, at hetta ikki var vegurin fram at vinna sær frælsi. Og tí harmar tað meg í hesum døgum, bæði títt og ofta, at leggja oyra til misskiljingar á júst hesum øki: At leggja danir undir hatur er meira til skaða enn gagn fyri tjóðveldi”


Stríð móti hugsjónarloysi

Í røðuni minti Sigri Gaini á, at flokkurin Tjóðveldi av uppruna er ein hugsjónarflokkur. Men eins og hugsjónarfólk flest, hevur eisini Tjóveldi nógv ímóti sær í hesum hugsjónarfátæku tíðum, í hesum kalda heimi, ið hevur fíggjarliga – og ikki menniskjaliga menning sum heilagt mál, segði Sigri Gaini og helt fram

- Ein drívmegi, ið tráar eftir fíggjarligum vøkstri eina, er sera, sera skaðilig fyri mentanarligari og menniskjaligari menning – og tískil sera skaðilig fyri lívsgóðsku og gleði.

Eg vænti ikki, at tú finnur ein tann einasta føroying á lívi í dag, sum ikki virðismetir at vit eiga okkara egna mál og okkara egna flagg.”

Tað, sum skilir hugsjónarfólk og hugsjónarflokkin frá hinum eru evnini at síggja:

At duga at síggja avmarkingarnar og ófrælsi, ið vit eru fyri beint nú ... og at eiga evni til framskygni: síggja broytingar og menning fyri sær. At duga at hugsa og ímynda sær. Ein kann eisini kalla tað tað øvugta av sjálvnøgdsemi.

Ein mætur vísundamaður tók einferð soleiðis til:

”Tá ið eg granski meg sjálvan og mínar hugsunarhættir, komi eg til ta niðurstøðu, at gávan at nýta mítt hugflog hevur havt størri týdning fyri meg enn nakað annað evni fyri hugsan”


Við hesum orðum ynskti Sigri Gaini fundarfólkinum eitt ríkt hugflog og eina góða ólavsøku.