Hans Jøgensen
???????????????
Undirritaði hevur viðgjørt henda spurning í einum svari niðanfyri.
Eri glaður um, at tú framvegis setir FÓLKIÐ FYRST. Tað er jú tann reini javnaðarpolitikkurin. Tú hevur rætt í, at lívskorini hjá fólkinum í alt ov stóran mun eru sett afturum. Egoisman í ?góðu? tíðini fekk valdið á solidaritetinum. Tá kreppan kom, rakti hon fyrst fólkið ?á gólvinum?. Nú aftur fór at ganga tann rætta vegin fór fólkið afturum aftur til frama fyri sokallað fullveldi.
Tí gleðist eg saman við tær um, at Javnaðarflokkurin nú fyri fullum seglum setir lívskorini hjá fólkinum í fremstu røð.
Javnaðarflokkurin er ikki fullveldisflokkur, men Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum er eftir floksins hugsan ein frælsis- og sjálvstýrislóg út um ytstu mið. Halda føroyingar tað vera gagnligast at fara burturúr ríkisfelagsskapinum, so er tað lag á manni at gera tað sambært Sjálvstýrislóg Javnaðafloksins.
Eftir okkara hugsan er ríkisfelagsskapurin ikki ein spurningur um skiftistíð ella búskaparligar bindingar millum londini. Sjálvsagt skal pláss vera fyri ríkisfelagsskapinum, eisini aftaná, at Føroyar einsamallar eru førar búskaparliga at standa á egnum beinum. Hon leggur eisini upp til, at vit sjálvsagt gerast sjálvbjargin og við egnum midlum halda eitt sømuligt vælferðarstig.
Ríkisfelagsskapurin skal grundast á solidaritet millum tvey fólk, tvey lond, sum í felagsskapi verja fólkaræðið og vælferðina hjá tí einstaka borgaranum.
Mín hugsan er, at við Sjálvstýrislógini sum grundarlag fer tað at vera ein fyrimunur at halda fram í sama ríki, tí tað eru øki, har felagsskapurin er sterkari enn sjálvdrátturin. Eitt dømi eru avleiðingarnar av syndarligu hendingunum í New York og álopunum á Afghanistan. Hetta rakar eisini okkum beinleiðis, tí tryggingarkrøvini til Atlantsflog gjørdust so stór, at okkara lítla samfelag orkar ikki einsamalt at lyfta hesa byrði.
Okkum nýtist onga skiftistíð. Eina skiftistíð gera vit okkum sjálvi. Tað, sum eg haldi vera áhugavert við júst tí, tú nevnir um at seta fullveldi Føroya fólks í síðstu røð, er júst hetta, at vit vilja ikki lata dreymin hjá summum um fullveldi ganga fram um vælferðina hjá vanliga føroyinginum. Sum ein reinur javnaðarflokkur krevja vit, at alt fólkið í landinum fær tað gott, at lívsfrælsið verður sett fremst, tí fyrst tá kunnu vit tala um tjóðskaparligt frælsi.