Fólkið ynskir Calderwood

Sosialurin staðfestir í dag, at tað eru Colin Calderwood, Flemming Serritslev og Luka Kostic, sum eru luttakararnir í endaspurtinum, nú nýggjur landsliðsvenjari skal setast í fótbólti.

Á fundi í morgin fer starvsnevndin hjá FSF at gera av, hvønn teirra teir vilja fara í realitetssamráðingar við um starvið. Og stendur tað til lesarar hjá Portalinum og Sosialinum er eingin ivi.

Fyrr í kvøld varð leinkja gjørd til atkvøðugreiðslu, og nú klokkkan 23 høvdu úti við 800 lesarar greitt atkvøðu.

 

Og her hevði skotski Colin Calderwood fingið ikki færri enn 57,3% av atkvøðunum. Flemming Serritslev hevði fingið 22,6% av atkvøðunum og Luka Kostic hevði fingið 20,1% av atkvøðunum.

 

TRÝST HER FYRI AT ATKVØÐA