Fólksins ogn - spurningur til Tobba

Var inni á Portalinum 27. apr. 2007, hvar ið Torbjørn Jac­obsen skrivar grein við yv­­i­r­­skriftini Fiskiloyvi rulla inn í ævinleikan, hvar í hann legg­­ur eftir Bjørn Kalsø um broyt­ingar í lógini um vinn­u­­­ligan fiskiskap.

Tobbi vísur á paragraf 2 í lógini um vinniligan fisk­i­skap, hvar tað er staðfest, at fisk­ur­in sum svimur rundan um Føroyar er ogn Føroya fólks.

Anfinn Olsen

 

og Christian Oluf Christiansen

 

 

 

Víðari verður sagt í lóg­artekstinum, at fiskirættindi latin sam­bært lóg­ini, veita ikki bólk­um ella ein­stak­­ling­­um ogn­ar­rætt. Som­u­leið­is kunnu hesi rætt­indi takast aftur uttan end­ur­gjalds­skyldu.

Nevndu ásetingar er greið stað­festing av, at alt liv­­andi í sjónum, og øll fisk­i­rættindi, sum tær al­mennu Føroyar varða av, eru almenn ogn – ogn fólks­ins – og lat­in fisk­i­rætt­indi sam­bart gald­andi lóggávu ikki geva ein­stakl­ing­um ella fel­øg­um nakran ognarrætt yv­ir­høv­ur.

Ein má tí undrast yvir, at reiðarar hava fingið loyvi til at selja fiskiloyvi, uttan at nakar hevur talað at og gjørt nakað við tað.

Er tað so sum Tobbi her vísur á í paragraf 2 í lógini um vinniligan fiskiskap, hví hava reiðarar fingið loyvi til at selja síni fiskirættindi og vunnið nógvar milliónir upp á at selja fólksins ogn, sum um tað er teirra egna ogn, tá ið tað stendur í lógini, at teir einki eiga í tí??? her er nakað, ið ikki ruggar rætt.

So nú til spurningin sum vit vóna, at tú er førur fyri at svara.

Hví gera tú og tínir líkar einki við hetta mál??? Hví fara tit ikki eftir hesum fáu og draga teir til svars fyri tað teir gera, og innheinta peng­ar­nar, ið teir vinna við at selja tað sum tú kallar fólksins ogn, tá ið tað stendur so sera greitt í lógini, at fiskiloyvi ikki er teirra ogn. Hví er alt bara tos og tos og aftur tos, og eingin ger nakað.

Tá ið eingin ger nakað við tað, er tað harvið samtykt, at soleiðis skal tað verða. Um so er, takið so og strikið tað sum stendur fólksins ogn úr lógini.

Fiskurin sum svimur rund­an um Føroyar, hevur ong­an­tíð verið fólksins ogn; men reiðarins privata ogn, tað eru nógv dømi um tað.

Er tað ikki so, at tit pol­i­tikk­arar siga eitt; men meina nakað annað???

Ellars kann viðmerkjast, at úr­s­l­itið hjá Bjørn Kalsø ikki er øðrvísi enn tað altíð hevur verið. Teir somu hava altíð havt rættindini til fólksins ogn, ella ,,Hvat er fólksins ogn ?”

Vónandi svarar tú okkum uppá hendan spurning.

Gott nokk vita vit, at tú sit­ur í andstøðu; men tit hava jú verið í samgongu?