Eilif Samuelsen
26-02-01
Nú hava partar av hesi samgonguni at enda viðurkent, at tann politikkurin, teir hava ført hesi seinastu trý árini, ikki hevur verið í samsvari við fólksins vilja.
Øll minnast teirra glæsiligu proklamatiónir um eina skipaða ætlan í fýra stigum, sum skuldi hava fullveldi sum mál, og alt hetta skuldi fremjast eftir einum stuttum tíðarbili. Eftir bestu managementprinsippum hava teir verið púra datofikseraðir. Men tað livandi lívið vil sum kunnugt ikki altíð laga seg eftir managementkalendaranum hjá juppy-liðinum. Og Fólkaflokkurin skal hava tað rós, at hann bjargaði bæði Tjóðveldisslóðaranum og øllum fylgi hansara frá at fara ?á ta glerstoyttu skor? og sostatt fara ?í smildur og sor?. Tá ið teir eru komnir niður á jørðina og hava fingið fast undir fótin aftur, so kunnu teir ivaleyst halda fram sum ein virðismikil liður í strembanini eftir at menna føroyska samfelagið fram ímóti størri sjálvbjargni, væl at merkja eftir gongdum leiðum.
Í tí nevndu ætlanini í fýra stigum segði tann nýgjørda samgongan: ?Fyrsti partur av hesum stigi varð tikin 30. apríl 1998. Tá gav Føroya fólk teimum flokkum meirluta, sum hava føroyskt sjálvræði sum politiska stevnu. Seinni var so eitt samgonguskjal undirskrivað, har tríggir flokkar bundu seg til at fremja fólksins vilja á hesum øki.?
Tað hevði verið ólíka betri fyri landið og hevði spart okkum fyri hetta trý ára interregnum, sum vit í roynd og veru hava verið ígjøgnum, um teir tríggir flokkarnir í síni meting og niðurstøðu av valinum eisini høvdu tikið við ta søguligu dimensiónina. Hon hevði sagt teimum, at hóast almikið hevði kunnað havt verið øðrvísi í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar upp gjøgnum tíðirnar, so eru bondini og lagnufelagsskapurin, sum hevur bundið okkum saman, so sterk og so fjøltáttað, at tey ikki kunnu verða kvett og slitin við brestin. Søgan hevði eisini kunnað sagt, at í einum so stórum máli sum at slíta 600 ára samband millum tvey lond, er ikki nóg mikið, at 51 av hvørjum hundrað atkvøða fyri. Tá er ein helvt, sum er ímóti, og í hesum føri er valla rætt at skjóta seg undir, at talan er um demokratiska avgerð. Tá ið 98 % av fólkinum heldur tað vera rætt at fáa loysing, soleiðis sum tað var í Íslandi á sinni, tá hugsi eg, at sambandsfólk høvdu latið sær lynda og høvdu gingið undir úrslitið sum eina demokratiskt rættvísa avgerð. Men so vítt eru vit langt ífrá komin enn.
Tað, sum nú ræður um er, at Føroyar aftur fáa eitt stýri, ið sum høvuðsmál setir sær at menna og tryggja tær dagligu funktiónirnar í samfelagnum, tær vinnuligu, mentanarligu og tær sosialu. Hesi hava verið við skerdan lut undir hesum landsstýrinum.
Tað er øllum greitt, at vit eisini skulu nútíðarføra okkara statsrættarligu viðurskifti við Danmark. Sambandsflokkurin hevur í sínum Nýskipanaruppskoti víst á nakrar av teimum høvuðsbroytingunum, sum flokkurin er sinnaður saman við donsku stjórnini at orða í einari nýggjari stjórnarlóg fyri Føroyar. Millum annað skal tann ótíðarhóskandi undirskipanarstøðan, sum helst var ein politisk neyðsyn í 1948, orðast soleiðis, at størri javnburður verður í viðurskiftunum sambært tí menningini av føroyska samfelagnum, sum hend er hesi seinastu hálvthundrað árini.
Flestir føroyingar mundu halda, at eftir tað fullkomna samanbrotið av fullveldistilgongdini, fór landsstýrið at taka tær politisku avleiðingarnar og leggja frá sær, nú Fólkaflokkurin hevur gjørt av, at eingin fólkaatkvøða verður í mai. Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava gjørt av at halda fast um, at lógaruppskotini skulu leggjast fyri tingið. Harvið hava teir sjálvir í roynd og veru sagt samarbeiðið við Fólkaflokkin upp.
Tað einasta rætta í verandi støðu er, at Føroya fólk nú fær høvi at geva løgtinginum eitt nýtt mandat, so tað verður heilt greitt, hvønn politikk landsstýrið eigur at føra tey næstu fýra árini. Hvat ið verður um 10-15 ár liggur enn í hondunum á hægri maktum. Føroya fólk ynskir, at politikkararnir fyrst av øllum skulu loysa tey vandamálini, sum liggja fyri fótunum. Tey hava teir ein ávísan møguleika fyri at loysa.