Fámjins kommuna er ein lítil kommuna, sum merkir sviðan av minkandi íbúgvaratali og minkandi persónsskattainntøkum. Sambært Hagstovu Føroya búðu 87 fólk í kommununi hin 1. februar í ár, sum er fimm fólk færri enn somu tíð í fjør. Tað er ein minking í fólkatalinum á heili 5,4 prosent.
Eyðdis Ellendersen er borgarstjóri í kommununi, og hon ásannar, at Fámjins kommuna er ein av teimum, sum er vorðin hart rakt, nú kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið frá landinum at umsita.
- Hóast lítil, hevur okkara kommuna verið væl fyri, men soleiðis, sum gongdin er í dag, noyðist eg at ásanna, at útlitini eru døpur. Skattagrundarlagið er veikt og er viknað við minkandi fólkatalinum, og samstundis røkkur tann peningur, vit fáa frá landinum fyri eldraøkið, slett ikki til.
Borgarstjórin vísir á, at í fjør noyddist kommunan at leggja einar 250.000 krónur eyka út í eldrasamstarvinum millum kommunurnar í Suðuroy, og í ár verður talan helst um aðrar 250.000 krónur ella meira, sum fara at vanta í.
Hon sigur, at veruliga hallið hjá Fámjins kommunu í 2015 var heilar 400.000 krónur, men ein serlig tíðaravmarkað játtan gav 150.000 krónur. Tí gjørdist hallið hesar 250.000 krónurnar. Eykagjaldið er bert galdandi fyri 2015 og 2016.
- Um landið skuldi fingið eina tilsvarandi fíggjarliga byrðu, hevði verið talan um 213 miljónir krónur, sigur hon.
Borgarstjórin sigur, at soleiðis, sum gongdin er í løtuni, fara enn fleiri pengar at vanta í, sum árini ganga, og hon stúrir fyri, at talið skjótt kann koma upp á einar 300.000-400.000 krónur um árið, sum kommunan fær ov lítið frá landinum til eldraøkið.
- Fíggjarligu útlitini eru ikki bara døpur. Uttan broyting í fíggingarleistinum, eru tey vónleys, leggur hon aftrat.
Eyðdis Ellendersen sigur, at tey hava borið hesar trupulleikar upp á mál bæði á fundi við Føroya Kommunufelag og við landsstýrisfólkini í ávikavist fíggjarmálum og almannamálum, Kristinu Háfoss og Sirið Stenberg.
- Men, eg dugi ikki at síggja, at landsstýrisfólkini vísa okkum nakað serligt forstáilsi, men heldur skjóta skuldina yvir á undanfarna landsstýri, sum jú ikki loysir nakað sum helst.
Tað, sum argar Eyðdis Ellendersen, er ikki minst, at tey gomlu og veiku á ein óvirðiligan hátt aftur og aftur verða gjørd til ein trupulleika - ella kastibløku - í samfelagnum.
- Tað kann á ongan hátt vera rætt, at tey eldru aftur og aftur skulu betraktast sum ein fíggjarligur trupulleiki í samfelagnum - bara tí, at landsins myndugleikar ikki syrgdu fyri, at eldrarøktin, sum frammanundan varð niðurpínd, ikki fær teir fíggjarkarmar, sum skulu til, sigur borgarstjórin.
Eyðdis Ellendersen vísir á, at tá hetta er sagt, eiga landsins myndugleikar eisini at skilja, at ein kommuna hevur ábyrgd mótvegis øllum sínum borgarum - og ikki bert teimum gomlu og veiku.
- Vit hava eisini ábyrgd mótvegis børnunum, teimum ungu og teimum í arbeiðsførum aldri, og skulu fólk trívast, og skal kommunan mennast á ein náttúrligan hátt, mugu fíggjarkarmarnir røkka meira enn bara til eldraøkið, sigur borgarstjórin.