Mortan Thomsen er nýggjur formaður í aðalnevndini hjá ÍF. Ítróttarfelagið í Fuglafirði umfatar fótbólt, flogbólt og badminton, og nevndir eru fyri einstøku ítróttargreininar eisini. Í aðalnevndini sita nú Mortan Thomsen, formaður, Maus Túgvustein, næstformaður, Bogi Nón, kassameistari og Petur við Gjónna, skrivari.