Tíbetur eru veðurgudarnir blíðir við G! gestirnar í dag. Tí norska veðurstovan YR sigur, at tað verður púra stilt í Gøtu í dag.
Ítøkiliga siga veðurforsøgnirnar, at tað verða 2 m/s av útnyrðingi, og nakað av smásmirmi kann væntast fram til klokkan 18.00. Men so verður púra turt, sigur norska veðurstovan, og vindur fram til á midnátt liggur um 5 m/s.
Tá ið klokkan er farin av midnátt kunnu vit tó vænta, at tað fer at sirma nakað aftur. Tað er tó einki alvorligt, 0,6 mm fram til klokkan 6 í morgin tíðliga, og í nátt verður eisini at kalla stilt, 7 m/s av suðri.