Fótbóltshýrurin er framúr góður millum klaksvíkingar í kvøld.
Fyri aðru ferð í fýra dagar hevur annars illa sperda KÍ vunnið fulla úrtøku. ÍF legði rygg til 3-2 tap í Klaksvík.
Talan var serliga í 1. hálvleiki um intensa og tætta uppgerð.
KÍ var tvær ferðir oman á í 1. hálvleiki, men ÍF svaraði báðu ferðirnar aftur.
Eftir steðgin høvdu bæði liðini hvør sín upplagdan málmøguleika.
Síðstu løtuna royndi KÍ at leggja trýst á, og fleiri hornasparksstøður stóðust burturúr. Men tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan framvegis 2-2, og tað var einki, sum bendi á, at fleiri mál skuldu verða skorað.
Dómarin legði tríggjar minuttir aftrat, og í evstu løtu skoraði KÍ sigursmálið. Verjuspælarin Jógvan Isaksen stýrdi við høvdinum bóltin í ÍF málið, eftir at Heðin á Lakjuni hevði lagt fríspark innfyri.
Úrslitið ber við sær, at KÍ er eitt stig aftanfyri ÍF, sum er á 8. plássi.
KÍ-ÍF 3-2 (2-2)kl. 18.00
1-0: Stefan Kalsø 15.
1-1: Nenad Saric 18.
2-1: John Hammer 40.
2-2: Balacz Sinko 45.
3-2: Jógvan Isaksen 90.
Dómari: Petur Reinert
KÍ: Jákup Mikkelsen - Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Heðin á Lakjuni - Kristoffur Jakobsen, John Hammer (Leon Bjartalíð, 88.), Eli Simonsen (Ivan Joensen, 62.), Erland B. Danielsen, Niels Pauli Danielsen (Jón Jacobsen, 62.) - Stefan Kalsø
ÍF: Andras Gango - Áki Petersen, Viggo Johannesen (Balacz Sinko, 22.), Poul Ennigarð, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Hanus Eliasen, 85.), Alexander Jovevic, Høgni Zachariasen, Andy Olsen - Bartal Eliasen, Nenad Saric