ÍF og flogbólturin vunnu

Stóri vinnarin av steypafinaluni hjá monnum mundi helst verða flogbólturin. Í samfull fimm sett stríddust ÍF og SÍ um steypagullið, sum endaði í Fuglafirði

ÍF stóð eftir við gullinum um hálsin og steypinum í hondini, men tað kundi verið so nógv øðrvísi um nakrir avgerandi bóltar í triðja setti koppaði til fyrimuns fyri SÍ.

Sørvingar halta langt eftir ÍF á stigatalvuni í landskappingini. Tað var tí ikki uttan orsøk, at ÍF vóru gjørdir til stórfavorittar undan dystinum. SÍ er tó kent fyri sín óh8gnaliga stóra stríðsvilja og tað var sjón fyri søgn longu frá fyrsta bólti, at sørvingar einki stig ætlaðu at geva fuglfirðingum í finaluni.

Teir drønaðu avstað frá byrjan og ÍF varð tikið av bóli. Blokkurin hjá SÍ riggaði væl og fuglfirðingar tóktust fjálturstungnir í álopsspælinum. Hinvegin vóru Rajko Petrovic, Niels Erik Anderson og serliga Jón Joensen í stórformi fyri SÍ.

Eitt stig fyri og annað eftir stílaðu sørvingar móti steypagullinum. Fyrsta settið varð vunnið 25-20. Fuglfirðingar tóktust ikki síggja álvaran í at tapa fyrsta settið, tí avrikið var ein vánaligt í øðrum setti. Honvegin tóktust SÍ spælararnir fáa blóð upp á tonna. Góða spælið helt fram og stigini blivu bara fleiri og fleiri. Áðrenn teir vistu av, so var 2-0 í settinum. Annað sett varð vunnið greitt 25-19.

Avgerandi settið

Fuglfirðingar fingu ein triðja og seinasta møguleika at bjarga sær úr hættisligu støðuni. SÍ vildi ikki geva seg og helt fram við sínum ágrýtna verjuspælið og hartsláandi álopsspælið. ÍF fekk so við og við meiri stýr á sítt spæl og menn sum Bjarni Larsen og Bárður Jacobsen tóku nú ábyrgd á seg.

Tað gjørdist skjótt greitt, at hetta varð settið, sum í nógvar mátar kom at avgera dystin. Orkan hjá SÍ gjørdi um seg, meðan ÍF fyri hvørt vunnið stig gjørdist sterkari. Avgeradni løtan kom, tá tað stóð 24-24.

SÍ var tveir bóltar frá at vinna finaluna, men tapir báðar bóltarnar og so er ÍF omaná. Teir vinna settið og taka eisini fjórða sett greitt 25-17.

Fimta og avgerandi setti er styttri enn hini og gongur bara upp í fimtan. Tí kundi hugsast, at SÍ fór at klára at manna seg upp til fimta setti.

So var ikki. ÍF vísti at teir eru í serflokki í føroyskum flogbólti og vunnu greitt. Tað var ongantíð nakar ivi um, at ÍF fór at vinna settið, sum endaði við 15-7.

ÍF fór við gullinum, SÍ fall við æru og flogbólturin fekk eina rimmar lýsing.

[email protected]

Steypafinalan hjá monnum:

ÍF – SÍ 3-2
(20-25, 19-25, 26-24, 25-17, 15-7)

Bartal Eliasen ÍF: - Tað stóð øgiliga nógv á. Vit plaga at spæla fimm sett, tá vit møta SÍ í finaluni, og tað plagar at koppa til okkum. Vit vistu, at vit megnaðu tað, so tað var bara at taka av hjá okkum. Vit eru nervakendir tvey tey fyrstu settini, og fáa ikki spælið at koyra, har vit hava ringar móttøkur og hevingarnar liggja illa. Men í triðja settinum líkasum koppaði alt til okkara fyrimun. Ì teimum báðum seinastu settunum eru vit klárt tað betra liðið.

Bjarni Larsen ÍF: - Tað stóð ræðuliga nógv á í triðja setti. Vit fáa ikki spælið at koyra í tveimum teimum fyrstu settunum, og eingin rútma var í spælinum. Ì triðja setti tóku vit okkum tó um reiggj.

Jón Joensen SÍ: - Tú skalt ikki ynska mær tillukku við silvurinum aftaná hendan dystin. So avgjørt ikki aftaná ein hevur havt eina 2-0 leiðslu, tá er ein ræðuliga vónbrotin. Summir av okkara spælarum vóru ikki so royndir, og eg visti, at um vit fingu vind í seglini, og fingu spælið at koyra, so kundu vit halda øðiliga leingi, kanska trý sett, og tað bleiv eisini soleiðis. Men tað gekk akkurát ikki at vinna tað triðja settið. Tað var ein heving, sum gjørdi, at tað koppaði til ÍF, og tá byrjaðu teir at koma í gongd, og tá vistu vit, at tá var ringt hjá okkum at koma í gongd aftur. Tá ein fyrst kemur afturum og missir trúnna uppá, at tað ber til, tá er tað ótrúliga torført at koma afturíaftur. Tað vóru ikki teir, sum vóru so góðir í 4. og 5. setti, tað vóru vit, sum góvust at spæla. Vit skuldu havt vunnið hendan dystin, tað er einki ivamál. Hetta silvurmerki fer í skrell.

Boban Ilic: - Hetta var ein góður og spennandi dystur. Vit høvdu eina, um ikki dovna, so bangna byrjan uppá dystin. Vit vóru ikki heilt við ta fyrstu løtuna. Tey seinnu settini prógvaðu vit tó, at vit eru tað betra liðið, og at vit eru í einari betri venjingarstøðu.Vit vóru óivað ikki klárir tey fyrstu settini, tí vit hava vunnið allar dystirnar í landskappingini higartil. Vit undirmettu teir, og teir spældu væl tey fyrstu settini. Tá vit vunnu triðja sett gjørdist eg tó vísur í, at vit vóru at vinna dystin.