Ulla Boje Rasmussen hevur seinastu dagarnar kunna lisið bæði góð og vánalig ummæli av sínum dokumentarfilmi Færøerne.dk í donskum fjølmiðlum.
Filmurin um fullveldissamráðingarnar varð í síðstu viku frumsýndur í kykmyndahøllum í Danmark, og í tí sambandi hava nógvir danskir fjølmiðlar ummælt filmin.
Og tað eru bæði góð og vánalig ummæli at finna í donskum fjølmiðlum.
Politiken finnist at
Tann mest atfinningarsami ummælarin er Søren Winterberg á Politiken. Hann heldur, at filmurin misvísandi fyri gongdina í fullveldismálinum.
? Dokudramaet bliver propaganda. Den synlige manipulation udhuler den dokumentariske værdi. Selvstændighedens sag fortjener bedre, skrivar hann.
Hann heldur, at filmurin roynir at skapa eina David-og-Goliat støðu millum Føroyar og Danmark, og tað heldur hann verða politiskt og filmiskt fupp.
Politiken heldur ein týðandi trupulleika við filminum vera sambandið millum ein av høvuðspersóninum og filmin.
? Helt er Hoydal i denne film, som nok kalder sig dokumentar, men er klippet og udstyret som et drama, bare uden distance til sin hovedperson, skrivar Søren Winterberg.
Politiken gevur ? hóast hørð orð ? filminum trý av seks hjørtum.
Meira miðal
Jyllands-Posturin gevur eisini Færøerne.dk eitt miðalgott skoðsmál ? tríggjar av seks stjørnum ? men har eru orðini ikki so hørð, sum tey eru í Politiken.
? Facit er kendt, men Ulla Boje har alligevel fået en politisk thriller ud af historien om færingernes umulige forhandlinger for selvstændighed, skrivar ummælarin Kim Foss.
Hann heldur, at filmurin er ein avdúkandi dokumentarfilmur um spælið handan leiktjøldini.
Gott í Filmlandi
Sjónvarpssendingin Filmland hjá DR hevur eisini ummælt Færøerne.dk, og har er ummælið fyri tað mesta gott.
? Det er alt sammen fortalt på en ikke-nyskabende, men solid facon, heldur ummælarin Michael Graversen.
? Foruden kampen mod Danmark, så foregår der også en inde magtkamp imellem republikaneren Høgni Hoydal og lagmand Anfinn Kallsberg. Det er et af de mest spændende elementer i Færøerne.dk.
Ummælarin heldur, at myndirnar ? sum stundum ikki eru í fokus ? hóska seg betur til sjónvarp enn hvíta tjaldið, har tað skjótt gerst troyttandi at síggja óskarpar myndir.
? Vi kommer bag facaden i den politiske process, og det er der, at det bliver spændende, heldur Michael Graversen.
Filmland gevur filminum fýra av seks pílum.